Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

75.000 krónur til KFUM-skótar

Ágóðin frá ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn er nú handaður KFUM-skótunum í Havn, sum fingu heilar 75.000 krónur til skótasmáttu

Eins og undanfarin ár, eydnaðist ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn í Müllers Pakkhúsi framúr væl, og talan var bæði um metsølu av atgongumerkjum og listaverkum, so av tí sama bleiv eisini møguligt at lata eina metstóra upphædd hesaferð.

Talan er um eina søluframsýning, so ein partur av søluni fer til eitt vælgerðarendamál, umframt at øll atgongumerkjainntøkan fer sama veg, og tí bar til at fáa til vega ikki færri enn 75.000 krónur til KFUM-skótarnar í Havn.

Pengarnir koma væl við hjá teimum, tí skótarnir arbeiða við eini spennandi ætlan um at byggja eina nýggja skótasmáttu, ið enntá kemur at liggja á einum sera vøkrum stað. Ætlanin er at byggja hana á leguøkinum Millum Tjarna í Havnardali.

Tilsamans vóru 140 listaverk við á ólavsøkuframsýningini, ið fevndi um bæði kend og minni kend listafólk. Pílurin peikar beint uppeftir, tí umframt at Lions Club Tórhavn í ár kundi lata 75.000 krónur, kundu í fjør latast 70.000 krónur til KRIS og í fyrraárið 65.000 krónur til Føroya Fólkaháskúla.