Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

739 ungir partabrævaeigarar fáa nú Kapitalvinningssjálvuppgávu sendandi

Í 2011 hava 739 børn og ung undir 16 ár havt tap av teirra Eik-partabrøvunum, og fer TAKS nú at senda hesum eina Kapitalvinningssjálvuppgávu fyri 2011, sum tey skulu lata inn aftur. Vanliga sendir TAKS hvørki skattauppgerðir ella sjálvuppgávur út til børn og ung undir 16 ár.

Hóast børn og ung eisini undanfarin ár hava átt virðisbrøv, so hava hesi ikki í serliga stóran mun havt staðfestan vinning ella tap av sínum virðsbrøvum, tí tey hava ikki handlað við virðsbrøvunum. Tískil hevur TAKS vanliga stovnað hesum kapitalvinningsuppgerðir leypandi, so hvørt sum TAKS hevur fingið upplýsingar um tap og vinning av kapitali frá hesum.

Væntandi verða brøvini við Kapitalvinningsjálvuppgávuni í postinum hjá øllum mánakvøldið. Eins og øll onnur kunnu hesi lata sína Kapitalvinningssjálvuppgávu inn um eSkatt. Loynitalið til at logga á eSkatt stendur ovast í høgra horni á Kapitalvinningssjálvuppgávuni.

Freistin at lata Kapitalvinningsjálvuppgávuna inn er 1. mai 2012.