Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

70 skaðar á landsvegakervinum

ÓDNARVEÐUR: Ódnin sunnudagin elvdi til nógvar skaðar á landsvegakervinum, hóast teir flestu eru smáir. Í flestu førum gekk ódnin út yvir skeltir, men eisini nøkur busskýlir brotnaðu, eins og bilverjur koppaðu.

Serliga var tað í norður og eystara partinum av landinum, at vindmegin var harðast, og hetta sæst eisini aftur á yvirlitinum yvir skaðar, sum eru staðfestir á landsvegakervinum.

Í Norðurøkinum hjá Landsverki, ið fevnir um Norðoyggjar og Eysturoy, eru eini 50 av teimum umleið 70 skaðunum, staðfestir. Nógv teir flestu skaðarnir eru á skelti, men í nøkrum førum er talan um brotnaði busskýlir, eins og onkrar bilverjur og garðar máttu lúta undir nógva vindinum.

Hinir skaðarnir eru í høvuðsheitum hendir á landsvegakervinum í Streymoynni í Vágum, meðan vegakervið í Sandoy og Suðuroyr so at siga er sloppið snikkaleyst.

- Fólk frá stovninum arbeiða við at fáa brekini í rættlag, men tað fer at ganga nakað av tíð, áðrenn allir skaðarnir eru rættaðir, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari í Norðurøkinum hjá Landsverki, sum er tað økið, ið er harðast rakt.

Nakrar myndir av teimum skaðum, sum komu undir ódnini sunnudagin.