Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

70 nýggj bátapláss á Argjum

Leygarmorgunin vórðu heili 70 nýggj bátapláss tikin í nýtslu við Støðna á Argjum. Tað var Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevnd Tórshavnar kommunu, sum beyð vælkomin, áðrenn teir báðir Sverri Mortensen, elsti maður á Argjum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, kliptu snórin umborð á Argjabátinum.

Sjúrður nevndi, at stór menning er farin fram á Støðni síðstu árini. Arbeiðið fram við landi undir róðrarneystinum og egningarskúrunum varð gjørt liðugt í 2003. Hetta broytti nógv um umstøðurnar í bátahylinum.

Síðani tá hevur verið arbeitt við ymiskum ætlanum fyri at fáa fleiri bátapláss ikki bert á Argjum, men í kommununi sum heild. Øllum kunnugt er stórur eftirspurningur eftir bátaplássum.

- Ein ætlan hevur verið at leingja brimgarðin her á Argjum, onnur at gera bátahyl í Álakeri, og ein triðja er at gera ein nýggjan og stóran bátahyl uppi á Sundi til einar 260 bátar.

- Hesar loysnir eru allar rættiliga dýrar og ivasamt er, hvussu væl tær fara at hildnast. Bátahylurin á Sundi er mettur at kosta 34 mió. Kommunan sendi tá spurnarblað til øll, sum stóðu á bíðilistanum, men bert heilt fá vildu taka av einum bátaplássi á Sundi.

- Við útbyggingini her á Støðni á Argjum hava vit skjótt og bíligt fingið 70 bátapláss afturat. Gamli og eyðkendi molin, sum lá inni í hylinum, er burturbeindur, og 170 m av nýggjum flótibrúgvum eru lagdir út. Hetta ger, at vit fáa 100 nýggj pláss við flótibrúgvarnar, meðan talið av teymum verður minkað við 30.

- Nú vit skoða liðugt arbeiðið, kunnu vit staðfesta, at talan er um valaverk. Høvuðsarbeiðstakari hevur Tórhallur Hansen verið, meðan fólk frá Tórshavnar havn hava staðið fyri at leggja brúgvarnar út. Stóra takk skulu tit hava fyri dygdar arbeiði. Samlaði kostnaðurin er góðar 5 mió kr.

- Onkur hevur havt á orði, at við hesum broytingum kann ov nógvur suður koma í hylinum. Eg vænti ikki trupulleikar av hesum, men eg kann í hesum sambandi upplýsa, at tá stóra útbyggingin av havnini uttanfyri eystara mola er liðug, verður í øllum førum púra stilt í hylinum, tað vísa allar aldu-simuleringarnar, sum gjørdar eru.

- Góðu tit øll. Ikki er nógv eftir av uppruna umhvørvinum her á Støðni. Argjasker, ið sum náturligur brimgarður vardi bátarnar bæði hjá Argja hospitali og fyrstu niðursetufólkunum her á Argjum, er undir stóra grótkastinum. Fjøran fram við landi er eisini løgd undir grót og asfalt.

- Men ístaðin hava vit fingið eitt hitt størsta frítíðar- og trivnaðarøkið í kommununi, har alt tað maritima er í miðdeplinum. Her er nógv lív og nógv fólk hvønn dag. Her er útróður og fuglaveiða, her eru stuttleikabátar og ikki minst teir reyðu kappróðrarbátarnir hjá Argja Róðrarfelag. Her verður arbeitt uppá bátarnar uppi á landi, og her ganga familjur ein góðan kvøldtúr, meðan æðurnar vagga á stilla vatninum.

- Hetta er sostatt í allar mátar eitt mennandi maritimt og fólksligt umhvørvi fyri argjafólk so væl sum borgarar heimarumegin Sandá, og um nú er vorðið uppaftur betri við teim 70 bátaplássunum, ið vit nú taka í nýtslu. Fari at ynskja okkum øllum til lukku við tí, segði Sjúrður Olsen at enda.