Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

70 næmingar fingið diplom

Um 70 næmingar hava í vetur gingið á lærusveinaskúlanum PODAS 1. Undirvíst hevur verið í Gøtu, Tórshavn, á Tvøroyri og í Keypmannahavn. Harumframt hevur ein flokkur av PODAS 2 næmingum fingið undirvísing í Hvalvík.

Í farnu viku endaði skúlin við gudstænastu í Vesturkirkjuni fyri næmingunum, sum hava fingið undirvísing í Gøtu, Hvalvík og Havn, og í Bønhúsinum í Øravík fyri næmingunum, sum hava fingið undirvísing á Tvøroyri. Ætlanin var, at Jógvan Fríðriksson skuldi tala í Vesturkirkjuni, men honum barst frá, so í staðin talaði Heri Kjærbo.

Í Øravík talaði Bergur D. Joensen. Undir gudstænastuni var altargongd, fótatváttur og næmingarnir fingu handað diplom. Aftaná var døgurði og hugnaløta. Eisini í Danmark Í Eliaskirkjuni í Keypmannahavn hava 17 næmingar gingið til PODAS 1 í vetur.

– Tað hevur verið gjørt soleiðis, at undirvísingin týskvøld hevur verið tikin upp og løgd út á netið. So hava næmingarnir í Keypmannahavn tikið tað niður av netinum. Hetta hevur lutvíst eisini verið gjørt við undirvísingini á Tvøroyri, so tøknin er komin okkum væl til hjálpar, sigur Bergur D. Joensen, sum er skúlaleiðari.

Í onkrum førum hevur undirvísari eisini verið suðri á Tvøroyri. Hvørt øki sín floksleiðara Í vetur hevur skúlin verið skipaður soleiðis, at hvørt økið hevur havt sín floksleiðara, sum hevur havt ábyrgdina av tí dagliga. – Hetta hevur virkað sera væl og hevur lætt nógv um hjá mær, soleiðis at eg havi havt nógv betri tíð til leiðslu og havi kunnað tikið mær av PODAS 2 undirvísingini í Hvalvík, sigur Bergur.

PODAS-næmingarnir hava eisini luttikið á møtum í vetur, har teir hava tikið sær av talu, sangi og vitnisburði.

– Eg havi lagt stóran dent á, at næmingarnir møta væl upp til gudstænastur og møtir, og at teir lesa regluliga í Guds orði, tí soleiðis kunnu teir eta seg til lív og vøkstur. Eisini verður dentur lagdur á, at næmingarnir tæna, har teir eru. Tí hevur Derhard Jógvansson eisini havt eitt skeið um tænastu og náðigávur, sigur Bergur.

Hann leggur afturat, at skúlin ynskir gott samband við Heimamissiónina og kirkjuna. Karmarnir eru bæði kirkjur og missiónshús og bæði prestar og leikfólk undirvísa.

Eisini í Vestmanna og Sandavági Komandi vetur verður hildið fram við PODAS lærusveinaskúlanum, og tá er ætlanin at hava undirvísing í Vestmanna og Sandavági, umframt Gøtu, Tórshavn og Tvøroyri.

Grundarlag skúlans er Bíblian sum Guds orð og játtanarritini hjá Fólkakirkjuni, og endamálið er at byggja um Jesu Krists kirkju til hann kemur.

Sí annars lýsing í Trúboðanum, sum varð borin út í øll húski í landinum fyrr í vikuni, viðvíkjandi tilmelding til PODAS 1 komandi  vetur:

Kelda. www.trubodin.fo