Á myndini síggjast tey 7, sum fingu handa prógv eftir lokið skeið.
7 nýggir venjarar fingu prógv
Seinasta vikuskiftið, 15. og 16. februar 2020, skipaði ÍSF fyri venjara 1 skeiði í Glyvra Skúla. Hetta var tað fyrsta av fyribils 5 venjaraskeiðum, sum ÍSF fer at skipa fyri komandi vikurnar.
Runavíkar Kommuna bjóðar, sum tann fyrsta kommunan í landinum øllum børnum og ungum ímillum 6 og 18 ár eitt frítíðarkort, sum gevur teimum ein munandi betri møguleika, at luttaka í frítíðarvirkseminum í kommununi.
Hetta gleðast vit í ÍSF almikið um, tí vit vilja vera við at tryggja, at góðskan í frítíðartilboðunum til børn og ung er á so høgum fakligum støðið sum møguligt.
Innihaldi á skeiðnum var bæði teoretiskt og praktiskt, og umfataði evnini:
Ítróttaskaðar
Ítróttur og børn.
Undirvísari var Heri Ziska
Á myndini síggjast tey 7, sum fingu handa prógv eftir lokið skeið.