Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

7. februar 2012 staðfestir Fólkatingið at Føroyar er ein donsk región

Síðan heimastýrislógina frá 1948 hava stjórnmálafrøðingar tvíhildið um, at heimastýrislógin einans er ein útdeligeringslóg, á líka fóti við, tá danski staturin útdeligerar uppgávur til danskar regiónir og kommunur.

Eftir ynski og samráðingum við donsku stjórnina hevur Føroya Landsstýri ”samráðst” seg fram til kr. 9 mió afturat í blokkpottin úr Danmark.

Føroya Landsstýri skal aftur fundast við donsku stjórnina til heystar um blokkin fyri 2013, sigur løgmaður.

Sama skulu Región Nordjylland, Región Midtjylland, Región Syddanmark, Región Sjælland og Región Hovedstaden gera.

7. februar 2012 staðfestir danska parlamentið, eftir boðum frá Føroya Løgtingi, at Føroyar er Región 6 í Danmarkar ríki.

Ólavur Petersen

Tlf. 75137066 og 24627066