Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

66 ár síðani fólkaatkvøðuna

Nú 14. september 2012 eru 66 ár liðin síðan vit á fólkaatkvøðu samtyktu at gerast eitt sjálvstøðugt ríki.

Henda fólkaatkvøða var samtykt á Føroya løgtingi tann 10. mai 1946. Fyri at fáa nakað samtykt í tinginum skuldu í minsta lagi 12 tingmenn atkvøða fyri, og eydnaðist at fáa hesar tólv atkvøðurnar frá sambandsmonnunum O. F. Joensen, Andrass Samuelsen, Johan M. Fr. Poulsen, Hans Iversen, Trygva Samuelsen og Kristian Djurhuus, og javnaðarmonnunum J. E. Jacobsen, J. Fr. Øregaard, Jákupi í Jákupsstovu, Johan Peter Davidsen, Peturi Mohr Dam og William Smith. Hevði bert ein av hesum monnum ikki atkvøtt, so var málið fallið, og vit høvdu onga fólkaatkvøðu fingið. Tann dag, ið Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt ríki, fara allir hesir menn at standa sum slóðarar fyri okkara sjálvstøðuga landi.

Valkostirnir vóru tveir. Annar var eitt uppskot frá stjórnini um samstarv Danmarkar og Føroya millum undir somu stjórnarskrá (grundlóg), soleiðis at vit fingu eitt ávíst kommunalt sjálvstýri, ið var eitt sindur rúmari enn tað aðrar danskar kommunur høvdu. Hin valkosturin var, at Føroyar skuldu gerast eitt sjálvstøðugt ríki.

Higartil hevði støða okkara verið tann, at vit vóru saman við Danmørk sambært bjørgvinarsáttmálan frá 29. august 1450. Har var ásett, at vit vóru teknar í einum sjálvstøðugum kongsríki, men at vit høvdu kríggj og frið (t.v.s. uttanríkispolitikk) felags við Danmørk, og at ríkini bæði høvdu skyldu til at velja sama kong. Annars stýrdi hvørt ríki sær sínum egnu viðurskiftum. Um 1660 høvdu bæði ríkini samtykt at velja kong einaferð med alla, við tað at vit gingu við til at kongstrónan skuldi ganga í arv til eftirkomararnar hjá tí, ið tá sat á henni, og at kongur ikki nýttist at ráðføra seg við umboð fyri fólkið í nøkrum av ríkjunum, tá hann tók avgerðir í innlendskum og útlendskum málum.

Samtykt okkara frá 1450 um felags uttanríkispoltikk var ein altjóða sáttmáli millum lond, sum frammanundan ráddu fyri sínum egna uttanríkispolitikki. Fyri at sleppa burtur úr hesum sáttmála skuldu báðir partar játta at sleppa sáttmálanum. Men okkara samtykt um at geva kongi rætt at ráða yvir innlendskum málum var okkara egna, og hana kundu vit broyta um so var, at vit hildu hana vera óhóskandi fyri okkum, og har var óneyðugt hjá hinum ríkinum at leggja seg uppí, tí tað var beinleiðis forboðið í bjørgvinarsáttmálanum.

Sum kunnugt var ríki okkara minkað við tí altjóða friðarsáttmála sum kongur okkara gjørdi í Kiel í 1814. Tá mistu vit 15% av okkara umráði. Hetta hevði kongur heimild at gera, tí vit vóru saman um kríggj og frið. Meira ivingasamt var tá kongur í 1918 loyvdi Íslandi at fara burtur úr ríki okkara uttan at spyrja grønlendingar og okkum føroyingar eftir, men við Ísland varð gjørdur ein altjóða sáttmáli, og tá ein slíkur er gjørdur ber ikki til at koma afturumaftur.

Nú í 1946 var so ætlanin at fáa okkum at sleppa okkara støðu sum partur av tí ríki, ið var saman við Danmørk sambært bjørgvinarsáttmálanum, soleiðis at vit gjørdust ein partur av Danmarkar ríki, ella at vit skuldu fara burtur úr tí felagsskapi vit høvdu við Danmarkar ríki. Í báðum førum komu vit til at skiljast frá Grønlandi, tí tað var framvegis saman við Danmørk sambært bjørgvinarsáttmálan.

Hetta var ikki lætt í at velja, men úrslitið gjørdist at ein greiður meiriluti av føroysku veljarunum, 50,7%, heldur vildu gerast eitt sjálvstøðugt ríki enn ein donsk kommuna.

Tann fyrsta viðmerkingin til hetta úrslit kom frá danska forsætisráðharranum Knud Kristensen, sum eisini hevði Føroyar sum málsøki í donsku stjórnini. Hann segði sum eyðsæð var, at føroyska fólkið hevði vrakað ta tilbodnu kommunalu skipan og heldur vildu vera eitt sjálvstøðugt ríki.

Hetta fekk beinanvegin eina avleiðing í Føroyum, sum fáur hevði ímyndað sær.

Formaðurin í Sambandsflokkinum, Andrass Samuelsen, sum var ein av stovnarum floksins 40 ár frammanundan, kom við eini viðmerking. Tað merkisverda við hesi viðmerking var, at hann úttalaði seg ikki sum formaður í Sambandsflokkinum, men formaður í einum higartil ókendum politiskum flokki, sum æt “Samarbejdspartiet”. Hann hevur sostatt sum tann fyrsti tikið fólkaatkvøðuna til eftirtektar og somuleiðis tikið avleiðingarnar av støðu forsætisráðharrans.

Støðan var jú klár: Sambandið, sum vit høvdu havt við Danmarkar ríki síðan 1450, var vrakað og nú skuldu árar leggjast út til nýggjan róður. Við at lata flokkin skifta navn til Samarbejdspartiet gjørdi hann greitt, at hetta nýggja føroyska ríki skuldi hava neyva samvinnu við Danmark.

Nú hendi ymist annað, sum forkom hesa fyrstu ætlanina hjá Andrassi, og “Samarbejdspartiet” gjørdist ikki navnið hjá hansara flokki. Heimildin fyri at siga, at hetta er farið fram, er tó í lagi. Orðingin stendur í einum fjarriti, sum kom úr Tórshavn til Ritzaus Bureau í Keypmannahavn morgunin eftir fólkaatkvøðuna (endurprentað í bókini: Fólkaatkvøðan 1946, síða 560), og tann sum sendi fjarritið var tíðindamaður teirra Georg Lindenskov Samuelsen. Hann var sonur Andrass Samuelsen. Ein annar sonur Andrass var Trygvi Samuelsen, sum umframt at vera løgfrøðingur var løgtingsmaður Sambandsfloksins í Suðurstreymoyar valdømi. Hann hevði eins og faðirin og allir hinir sambandstingmenninir greitt atkvøðu fyri fólkaatkvøðuni tann 10. mai 1946. Brøðurnir Georg og Trygvi arbeiddu neyvt saman, og tað er fullkomuliga ósannlíkt at hetta fjarrit er sent uttan nágreinliga ráðlegging millum Andrass, Trygva og Georg. Hetta fjarrit er tí støðutakan Sambandsfloksins til úrslitið av fólkaatkvøðuni. Hetta úrslit er eftir øllum at døma ikki nakað sum formaður floksins fegnast um, men hann boyggir seg fyri fólksins dómi í hesum máli, sum hann sjálvur eins og sonurin hevur biðið um at fáa at vita.

Formaður Javnaðarfloksins, Petur Mohr Dam, boygdi seg eisini fyri úrslitinum. Hann var sjálvandi ikki ovurfegin, men í eini grein sum hann skrivaði til Sosialin tveir dagar eftir fólkaatkvøðuna hevur hann hópin av uppskotum um hvussu stýrast skal so at tær sjálvstøðugu Føroyar kunnu klára seg. Hann heldur, at einasta leið fram er at skipa Føroyar sum eitt sosialistiskt samfelag.

Men sum kunnugt kom loysingartilgongdin inn á villinigøtur.

Út frá tí skjalatilfari, sum er í málinum, og sum er lagt fram í bókini Fólkaatkvøðan 1946, er heilt greitt hvør ið atvoldin er.

Tann vanlukka, sum okkum var fyri, var at tann maður, sum bráðfeingis sat í amtmansstólinum, var ein ótrúgvur tænari. Hann æt Cai Vagn-Hansen og var beinleiðis undir forsætisráðharranum. Setningurin hjá einum og hvørjum embætismanni er at útinna tað sum ráðharri hansara vil hava sett í verk. Teir skulu finna grundgevingar fyri at tað sum ráðharrin ger ikki bert er lógligt, men eisini rætt, og teir skulu fáa øll, sum teir hava við at gera, at gerast samd við ráðharran.

Tá forsætisráðharrin nú hevði sagt, at fólkaatkvøðan hevði avgjørt at Føroyar og Danmørk skuldu fara hvør til sítt, so hevði Cai Vagn-Hansen sum embætismaður ta einfaldu skyldu at virka fyri at henda avgerð varð sett í verk á bestan hátt. Hann skuldi sjálvandi geva forsætisráðharranum uppskot um hvør háttur var tann besti, men eingin skuldi kunna siga, at hann ikki hevði gjørt alt sum stóð í hansara makt til at hjálpa forsætisráðharranum.

Men tað gjørdi hann als ikki. Frá tí úrslitið lá fyri skrivaði hann alt um hvat ið gerast skuldi fyri at forgera tað, sum fólkið vildi hava. Hann hevði ein serligan kærleika til ta grein í løgtingslógini, sum ásetti at kongur kundi loysa upp løgtingið og útskriva nýval. Hann visti eftir øllum at døma ikki hví henda áseting var komin í ta fyrstu løgtingslógina frá 1852, og hvat tað vil siga at løgtingið skuldi vera ráðgevandi. Eitt ráðgevandi ting kundi sjálvsagt eisini geva kongi tað ráð at upploysa løgtingið, men av tí stendst, at kongur ikki kann upploysa tingið uttan løgtingsins samtykt.

Munur var á tí sum Hilbert førdi fram, tí hann var ein trúgvur embætismaður, men hann var tíverri ikki í Føroyum í hesum døgum, og hevði hann verið, so hevði málið helst fingið eina heilt aðra vend, tí so høvdu vit helst loyst í 1946.

Men tíðin sum farin er, hevur gjørt tað støðugt greiðari, at tað fólkið samtykti í 1946 var tað rætta, og at tann dagur brátt fer at koma tá ið fólksins vilji verður settur í verk.

Zakarias Wang