Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

624 myndir til framsýningina “Eitt ár í Føroyum”

Tá freistin at innsenda myndir til framsýningina “Eitt ár í Føroyum” var farin mikudagin, høvdu 89 myndatakarir sent myndir inn. Heili 624 myndir eru innkomnar. 

Framsýningin letur upp tann 7. juni kl. 17. Í hesum sambandi verður eisini ársins mynd útnevnd. BankNordik letur eina peningagávu á 5.000 kr til bestu myndina.  
 
Eitt ár í Føroyum 
Tað yður í myndum kring um okkum, og hvør einasta mynd sigur eina søgu.  
Til Summarframsýningina 2017 hevur Norðurlandahúsið savnað ørgrynnu av fotomyndum, tiknum í Føroyum farna árið – millum flaggdagarnar 2016 og 2017. Her sleppa tær at siga hvør sína søgu, og saman eina stóra felagssøgu.  

Øll, ið hava hug at siga sína egnu søgu ella okkara felags samtíðarsøgu, eru vælkomin at taka lut. Hvat hendir eitt ár í Føroyum? Hvat gera vit? Hvat gleðir okkum og hvat ræðir okkum? Náttúra og mentan. Børn og djór. Gerandisdagur og høgtíðir. Politikkur og trúgv. Bygdarlív, býarlív og sjóliv. Familjulív og arbeiðslív. Veður og vindur. Og alt tað, vit ikki kunnu seta orð á.  

Elsta fotomyndin, vit vita um, varð tikin av franskmanninum Joseph-Nicéphore Niépce í 1826. Hon dagaði á einari tinplátu, klæddari við ljóskvæmum, sýriskum asfalti, og hon varð eftirviðgjørd við terpentini og lavendulolju. Myndin vísir útsýni úr vindeyga hansara, og hon varð eksponerað í átta tímar, so sólin flutti seg ímeðan og skygdi á bygningar báðu megin myndina. Fotomyndin er titrandi vøkur og duldarfull. Hon er eitt søguligt skjal og eitt vísindaligt frambrot. Hon rúmaði og rúmar óteljandi møguleikum.  

Fotomyndin gevur okkum framúr líkindi at skapa vakurleika, at smíða frásagnir, og at vísa á leiðir til at skilja bæði fortíð og samtíð. Fotomyndin kann gera tað ósjónliga, tað vit ikki varnast og ikki vænta okkum at síggja, sjónligt og  ítøkiligt. Hon kann sjónliggera, samskifta, upplýsa og ítøkiligera. Men hon kann eisini villeiða. Fotomyndin kann føra okkum nærri sannleikanum, men kann eisini skapa frástøðu til veruleikan, fremmandagera. Hon kann lýsa veruleikan, men eisini skapa úrtøkilig hugtøk um veruleikan, tulka hann og avmarka hann. Alt hetta er eitt lið í sera fløkta samspælinum millum fotomyndina, veruleikan og listina. 
 
Heilt síðan fotomyndin bleiv til, hevur samspælið millum hesi trý – fotomyndina, veruleikan og listina – verið fløkt. Nýtslan av fotomyndum í handilsligum, vísindaligum og ídnaðarligum høpi hevur nærum sett tær í andstøðu til listina, og fotomyndir, mótsett øðrum listamiðlum, verða hildnar at vera sakligar endurgevingar av veruleikanum, vera sannar. Sjálvt tá ið tær eru kámar ella avskeplaðar, verða tær fataðar sum lítil brot av veruleikanum, ólíkar bókmentum, tekningum, málningum og skulpturum, ið alt verður fatað sum tulkingar. Fotomyndin er próvtilfar, eitt amboð vit nýta til at kanna samleika, halda eftirlit og stýra. Hon er eitt óheft tekin um, at okkurt er til, ella hevur verið til. Hon er ólistalig og verður hildin at hava eitt sakleysari samspæl við veruleikan enn listin.  

Men hóast fotomyndin kanska hevur eitt øðrvísi samspæl við veruleikan enn bókmentir, tekningar, málningar og skulpturar, er hon sjálvandi ikki sakleys. Fotomyndir kunnu tulkast á mangan hátt, og okkara persónliga fatan av heiminum og estetikki – ja, næstan sæð alt tað, vit menniskju rúma - er ein partur av myndini. Fotomyndin er, eins og allir aðrir sjónbarir miðlar, eitt úrslit av tilvitaðum og ótilviðtaðum avgerðum um myndaskipan, ljós, myndevni og sjónarmið, og hon hevur, eins og allar aðrar myndir, eitt myndamál, sum kann vera alt frá friðsælugerandi og hálovandi til spottandi og eyðmýkjandi.  

Og kanska er fotomyndin enntá enn minni meinaleys enn hetta.  

Amerikanski rithøvundurin Susan Sontag hevur skrivað um, hvussu fotomyndin hevur broytt hvussu vit síggja heimin. Hon hevur broytt okkara veruleikasýni og flutt fatanina av sannleikanum. Hon hevur vikað okkara hugsan um, hvat er vert at hyggja at, og hvat vit hava rætt til at hyggja at, og hevur harvið kollvelt alla okkara etisku skipan. Hon hevur enntá umskipað sambandið við okkum sjálv, við onnur og við umhvørvi okkara. Broytt, hvussu vit lýsa kenslur okkara, flutt fatan okkara av ogn og valdi og broytt, hvussu vit ogna okkum vitan um fortíðina og nútíðina. 
   
Tað eru nærmasta fortíðin og næstan nútíðin, sum eru til staðar í hesi framsýning, ið lýsir og skjalprógvar, tulkar og avskeplar eitt ár, sum fór í Føroyum. Eygfara vit eina landslags-, andlits-, miðla- ella familjumynd, so fáa vit ein hóp av frásøgnum í gávu, men vit eru eisini partur av einum stórum, áhugaverdum og markleyst fløktum samspæli millum fotomynd, list og veruleika. Eitt samspæl, ið ikki einans ávirkar, hvussu vit fata umhvørvi okkara, men eisini broytir okkum sjálv. Í øllum førum eitt lítið sindur.