Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

6 uppsjóvarskip kunnu fiska alt

Byggja vit nýggj skip, kunnu 6 fiska allar uppsjovarkvoturnar og 9 av verandi 16 klára tað eisini
 
At deila virðir til allar føroyingar og at øll skulu sleppa framat er eitt paradox. 

Skulu øll framat, brúka vit meira olju og CO2 útláti veksur. Vit brúka fleiri pengar til stál. Vit brúka fleiri pengar til rentur. Kvaliteturin á fiskinum verður vánaligur. Avreiðingarprísurin lækkar. Exportprísurin lækkar, tí vit eiga onga prima vøru at selja.

Velja vit at gera lagkøkuna størst møguliga, so skulu vit hava so fá skip sum møguligt. Tað minkar um CO2 dálkingina. Gevur mest pengar til sjúkrahús. Mest pengar til einligar mammur. Mest pengar til manglandi bústaðir. Heilt einfalt so verða mest pengar til alt.

Í dag eru 16 uppsjóvarskip. Sum sæst niðanfyri, so tørvar okkum í mesta lagið 9 skip at fiska allan uppsjóvarfiskin. Byggja vit nýggj skip, so lasta tey meira og fiska somu nøgd skjótari, so kunnu vit sannlíkt fiska allan uppsjóvarfiskin við 6 skipum.
 
Í 2018 fiskaðu hesi skip stórstu nøgdinar sambært Vørn
Navn á skipi                        Avreidd nøgd
Finnur Fríði                         13.999 tons av sild
Høgaberg                            15.902 tons av makreli
Christian í Grótinum            40.785 tons av svartkjafti
Høgaberg                              3.559 tons av lodnu
 
Fiskaslag              Veiða í alt            Minimum tal av skipum
Sild                     88.364 tons              6,3 skip
Makrelur             83.939 tons              5,3 skip
Svartkjaftur        353.870 tons            8,7 skip
Lodna                   12.757 tons            3,8 skip
 
Tað er sannlíkt at útlutaðu vit almenn arbeiðspláss sum menningarkvotur, so var talan um varandi og trygga menning, sum royndist økjum munandi betur enn fiskur við sterti og skip við skrúvu.
 
Eivind Jacobsen
Valevni Fólkafloksins