Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

51 vilja lesa marknaðarførslubúskap

Tá ið umsóknarfreistin til nýggju yrkisakademisku útbúgvingina innan búskap og marknaðarførslu á Føroya Handilsskúla var úti, høvdu 51 søkt. Og í síðstu viku fingu tey sum hava søkt inn á útbúgvingina bræv frá Handilsskúlanum við boðum um upptøku. 32 eru tikin inn, og 10 eru komin á bíðilista. Nøkur fáa fráboðan um, at tey ikki lúka upptøkutreytirnar. 

Tíðindaskriv frá Føroya Handilsskúla:

Tá Føroya Handilsskúli fór í gongd við at bjóða út marknaðarførslubúskap í vár, var tað fyrstu ferð, at ein yrkisakademisk útbúgving á handilsliga økinum er boðin út í Føroyum. Á Handilsskúlanum hava vit bíðað við spenningi, hvussu undirtøkan fór at verða. 

Skúlin setti sær sum mál, at stovna ein flokk í 2015, og so verður. Seint í august verður lagt til brots. Útbúgvingin tekur 2 ár, so á sumri 2017 verða tey fyrstu lesandi í marknaðarførslubúskapi liðug.

Treytirnar fyri at sleppa inn á útbúgvingina eru, at umsøkjarin hevur eina gymnasiala miðnámsútbúgving ella eina yrkisútbúgving. Harumframt krevst, at viðkomandi hevur staðið enskt á C stigi og annaðhvørt støddfrøði ella virkisbúskap á B stigi.

Tey sum ikki vórðu upptikin, og eisini tey ikki meta seg lúka upptøkutreytirnar, kunnu altíð venda sær til skúlan at fáa ráð og leiðbeining, so at tað sum restar í kann verða fingið frá hondini áðrenn útbúgvingin verður boðin út næstu ferð.

Læraratoymið, sum er neyvt samansett til útbúgvingina, er farið undir at fyrireika seg væl og virðiliga, og vit gleða okkum til at taka ímóti einum hópi at forvitnum og spentum lesandi eftir summarfrítíðina.