50m svimjihylur byggjast í Gundadali
Borgarstjórin Heðin Mortensen hevur í dag sett nevndina, ið skal standa fyri at fáa í lag nýggja 50 metra svimjihøll í Gundadali.
Nú verður farið til verka:
Nýggja høllin kemur eftir øllum at døma at verða bygd undir liðini av verandi svimjihøll, oman og niðan, har sum ÍSF-húsið stendur í dag. Tað merkir so, at ÍSF-húsið antin skal takast niður ella flytast. Men hetta nevndi borgarstjórin longu á seinasta aðalfundi hjá ÍSF. Kommunan eigur lendið.
- Farið verður til verka beinanvegin, sigur Heðin Mortensen, sum í dag hevur sett bygginevndina. Í henni sita Jógvan Arge, Bogi Andreasen og Elin Lindenskov fyri býráðið, umframt Eydnu Justinussen, fíggjarleiðara hjá kommununi, Harald Bjørgvin, húsavørð, og Jákup Simonsen, leiðara á mentamáladeildini, sum er formaður í nevndini.
Sum ráðgevar hjá nevndini eru settir Jón Hestoy úr Svimjisambandinum og Eyðun Húsgarð úr Havnar Svimjifelag.
Tað fyrsta, nevndin fer at gera, er at gera eina byggiætlan og at gera eina ætlan fyri sjálvt økið. Tað liggur púra fast, at verandi svimjihøll á ongan hátt má órógvast av byggingini, hóast hallirnar seinni fáa felags funksjónir, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.