50.000 roynt skoyturnar síðan upplating
Íshøllin letur aftur 18. mars.
Síðan Íshøllin lat upp seinasta vikuskiftið í november og til nú hava um 24.000 fólk verið inni og runnið á skoytum. Tað merkir, at samanlagt í fjør og í ár hava 50.000 fólk verið á breytini, so talan hevur verið um eitt ómetaliga vælumtókt átak.
Sjálv høllin hevur eisini roynst sera væl, hóast summi vóru eitt sindur ivasom um, at Føroya stórsta tjald skuldi standa uppi allan veturin. Men hóast øgiligar stormar hevur høllin staðið púra stinn og ongan skaða fingið av nøkrum slag.
Endabrakið hesaferð verður vikuskiftið 16. – 18. mars og seinasti dagur, opið verður, er sunnudagin 18. mars. Síðan verður høllin tikin niður og alt parkeringsøkið á Skálatrøð verður aftur tøkt.
Skráin til seinasta vikuskiftið verður kunngjørd í næstu viku, men tað liggur fast, at umframt tiltøk fyri børnini verður tónleikur fyri tey ungu í høllini leygarkvøldið, sunnudagin eisini tiltøk fyri familjur og børn, meðan tað sunnukvøldið verður tónleikur fyri tey tilkomnu.
Høllin verður síðan gjørd klár til aðra nýtslu. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at høllin – sum í veruleikanum er Føroya nógv størsta tjald - skal brúkast til fleiri tiltøk í kommununi og nevnir til dømis Mentanarnáttina, Countryfestivalin og tiltøk á ólavsøku, umframt stevnurnar í bygdunum í kommununi.
Borgarstjórin upplýsir annars, at hann roknar við, at høllin letur uppaftur umleið 1. november.