Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

50 metra svimjihylur og musikkskúli í Havn skulu byggjast nú

Nú dustið hevur lagt seg eftir býráðsvalið, er tíðin er komin at fremja tær verkætlanir, sum tørvur er á, og at gera tað so skynsamt sum møguligt við fyriliti fyri fíggjarorkuni hjá Tórshavnar Kommunu, sum sjálvandi eisini skal rúma, at vit loysa aðrar átrokandi uppgávur – eitt nú at gera íløgurnar í fólkaskúlan í Havn lidnar.

Tað er einki at ivast í, at bæði 50 metra svimjihylur í Havn eins og ein nýggjur musikkskúli eru so átrokandi íløgur, at tær mugu fremjast í beinan vegin. Og tað var eisini tað, sum varð viðgjørt í Mentamálanevnd Býráðsins á seinasta fundi.

50 metra svimjyhylur

Á hesum fundi varð avgjørt at taka undir við tilmælinum frá bygginevndini, sum fyrireikar ein nýggjan svimjihyl. Hetta tilmælið snýr seg í stuttum um at gera sáttmála við ráðgeva, ið kann standa fyri útbjóðing av projekteringini, at gera hugskotsupprit, byggiskrá og útbjóðingartilfar annars. Ráðgevin skal taka sær av ráðgevarauppgávuni til útbjóðing hevur verið , og støða er tikin til innkomnu uppskotini.

Tað eru í løtuni uml. 160.000 vitjandi um árið í svimjihøllini í Havn, og bæði almenningur og serstakliga svimjifeløgini hava í nógv ár gjørt vart við, at her er talan um ein fløskuháls ið forðar bæði almennari svimjing, motónssvimjing og serstakliga úrvalssvimjingina.

Vit vita, at Føroyar hava rokkið høgum málum innan svimjing á altjóða stigi, og hesari gongd eiga vit ikki at steðga. Vit vita eisini at motónssvimjing hevur ein alstóran týdning í fólkaheilsupolitikki okkara. Og tá tað kemur til trivnaðartiltøk, so er tað at fara við familju og børnum at svimja nakað av tí besta og stutligasta, sum er.

Tí er at fegnast um, at næsta stigið í hesari verkætlan nú er tikið.

Nýggjur musikkskúli

Og soleiðis er eisini við einum nýggjum musikkskúla. Síðani 2009 hevur arbeitt verið við at byggja ein nýggjan musikkskúla í Havn. Og nú røkist fyri at farið verður til verka. Bygginevndin fer nú saman við Tórshavnar Kommunu undir at laga skipanaruppskotið til nýggjan musikkskúla soleiðis til, at tað kann fremjast innan teir fíggjarkarmar, ið eru settir av til endamálið, og soleiðis at spakin kann setast í jørðina fyri nýggjum musikkskúla sum skjótast.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs