Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

400.000 kr. játtaðar til fyrireiking av nýggjum Húsarhaldsskúla

Sambandsflokkurin hevur seinastu 3-4 árini arbeitt miðvíst við fyrireikingum at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla í Klaksvík. Higartil hevur gingist væl, - og Løgtingið hevur nú játtað verkætlanini 400.000 kr.

Tað merkir, at farast kann undir at fyrireika projektering av nýggja skúlanum beinanveg.

Talan er um stórhending í søgu Húsarhalsskúlans. Tí við nýggja skúlanum betrast umstøðurnar og menningarmøguleikarnir hjá bæði næmingum og starvsfólki við risa fetum.

Tøkk fyri gott samstarv
Fari í hesum sambandi at takka Løgtinginum – bæði umboðum í samgongu og andstøðu fyri góða samstarvið, og dygga stuðulin at fremja verkætlanina!

Sigast kann, at higartil er talan um verkætlan, ið prógvar, at samstarv um samgongu- og andstøðu mørk røkkur langt.

Sera góða samstarvið við: sjálvsognarstovnin fyri Húsarhaldssskúlan, leiðslu skúlans, Mentamálaráðið, Klaksvíkar Kommunu, Landsverk og Bústaðir, sum skal byggja búeindina til skúlan, hevur eisini virkað við til at fremja ætlanina.

Fyrireikingarnar hava gingið væl
Farið var av álvara undir at fyrireika byggingina av nýggjum Húsarhaldsskúla í 2013. 

Bygginevnd varð sett á vári í 2014, byggiskráin gjørd liðug í 2015 og ætlanin hevur síðan verið, at skúlin skal standa liðugur um í 2019 ella 2020.

Um tíðarætlanin skuldi halda var neyðugt við játtan á 400.000 kr. nú. 

Peningurin verður nýttur til ítøkiligar fyrireikingar av projektering o.ø. Hesin parturin av verkætlanini verður framdur í 2017.

Sambandsflokkurin hevur í hesum sambandi lagt lógaruppskut (verklagslóg) fyri Løgtingið, ið tryggjar at farast kann víðari við verkætlanini. 

Sambært byggiskránni og verklagslógini verður mett, at skúlin fer at kosta uml. 36 mió. kr. Skotið er upp, at landið ber helvtina av kostnaðinum (18 mió. kr.) og Klaksvíkar Kommuna hina helvtina (18 mió. kr.).

Klaksvíkar Kommuna hevur givið bindandi tilsøgn um sín part av kostnaðinum, og við játtanini, sum Løgtingið nú hevur samtykt, er avgerð eisini tikin um at játta landsins part.

Tíðarætlan sær út til at halda 
Um alt gongur eftir ætlan, verður farið undir at byggja í 2018, og skúlin kann standa liðugur seint í 2019 ella á vári í 2020.

Ætlanin er, at nýggi skúlan og næmingabústaðirnir verða bygdir niðri á Sandinum í Klaksvík.

Størri skúli – betur menningarmøguleikar
Í løtuni rúmast 21 næmingar í Húsarhaldsskúlanum til vanligu húsarhaldsskeiðini, men í nýggja skúlanum fara at ganga 35 næmingar hvørja ferð.

Hópur av fólki úr øllum landinum ganga eisini til skeið av ymiskum slag á Húsarhaldsskúlanum. 

Talan er um skeið innan ymisk handarbeiði, matgerð, heilsu o.a. Møguleikarnir at víðka hesi skeið, og at fjøltáttað tilboðini gerast eisini munandi betur við nýggja skúlanum.

Talan er tí um eina neyðuga og sera góða íløgu, sum vit nú fara undir at fremja í Klaksvík.

Bjørn Kalsø
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin