Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

4 ára sáttmáli við Yngri Læknar

Semja er í dag gjørd millum Yngri Læknar og Fíggjarmálaráðið fyri eitt fýra ára tíðarskeið. Semjan byggir á sama lønarkarm sum onnur feløg hava fingið. Eisini eru nakrar broytingar gjørdar í sáttmálatekstinum, sum ikki hava eyka kostnað.

”Nýggja semjan við Yngri Læknar er góð og serliga er gott, at semjan røkkur longri enn tvey ár fram. Hetta ger, at partarnir fáa stundir og frið at arbeiða við øðrum týðandi tættum enn júst lønarsamráðingum”.

Soleiðis sigur Jørgen Niclassen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum í dag undirskrivaði sáttmála við Yngri Læknar.