
379 ynskja at lesa hægri lestur á Fróðskaparsetrinum
Stórur áhugi er fyri at lesa á Fróðskaparsetri Føroya. Tá freistin at søkja inn til hægri lestur var úti 1. juli 2015, vóru tilsamans 379 umsóknir komnar inn.337 av umsóknunum eru til tær átta bachelorútbúgvingarnar – har av søktu 149 inn eftir kvotu 2 skipanini, meðan hinar 188 umsóknirnar eru frá umsøkjarum, sum hava søkt inn eftir kvotu1. Í fjør var talið av umsóknum samanlagt 336 til 9 bachelorútbúgvingarnar.
Aftur í ár varð MA-lestur boðin út, og her eru komnar samanlagt 42 umsóknir inn í mun til 30 umsóknir í fjør.
Tølini skulu takast við ávísum fyrivarni.
Býtið millum útbúgvingarnar, sett upp eftir vali sum fyrsta raðfesting, gjørdist soleiðis:
Bachelorútbúgvingar:
• Føroyskt: 23
• Orkuverkfrøði: 25
• Lærara: 86
• Námsfrøði: 67
• Sjúkrarøktarfrøði: 81
• Sosialvísindi og samfelagsplanlegging (samfelagsvísindi): 27
• Politikkur og umsiting (samfelagsvísindi): 9
• Søga (Smátjóðir og altjóðagerð): 19
Masterútbúgvingar:
• Løgfrøði: 23
• Føroyskt: 2
• Masterlæra í søgu- og samfelagsvísindum: 17
Fróðskaparsetrið er farið undir at viðgera umsóknirnar, og boð um upptøku verða send í seinasta lagi mánadagin 13. juli 2015.