Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óla Jákup Kristoffersen frá Lions Club Tórshavn og Salua Manai og Ingvør í Haraldsstovu, tá ágóðin frá jólahugnanum varð handaður nú um dagarnar.

32.000 krónur til samrøðubólk

Lions Club Tórshavn hevur handað einum samrøðubólki í Margarinfabrikkini í Havn ágóðan av árliga jólahugnanum í Viðarlundini í Havn, sum var 32.000 krónur.

Fyrsta sunnudag í advent á hvørjum ári skipar Lions Club Tórshavn fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn, har fólk eitt nú kunnu keypa jóladekoratiónir, tilfar til dekoratiónir og annað, samstundis sum jólahugni við ljósketum, báli, ljósblussum, horntónleiki og kakao, bollum, vaflum og øðrum er í hásæti.

Ágóðin av hesum familjutiltaki fer – eins og vanligt er, tá Lions Club Tórshavn skipa fyri – til eitt gott og vælgerandi endamál, og tað sum kom inn í desember hesaferð var oyramerkt til ein samrøðubólk, sum er skipaður í Margarinfabrikkini í Havn fyri børn hjá foreldrum, ið eru farin hvør til sítt.

Salua Manai og Ingvør í Haraldsstovu, sum báðar eru námsfrøðingar í Margarinfabrikkini í Havn, hava tikið stig til samrøðubólkin, ið skal gera tað lættari hjá børnunum at skilja og góðtaka sína støðu, tí tey har kunnu kenna seg aftur í tí, sum onnur børn siga frá – alt samalt við fullari tagnarskyldu.

Tað vóru eisini tær báðar, ið tóku ímóti kekkinum upp á 32.000 krónur, ið Óla Jákup Kristoffersen vegna Lions Club Tórshavn handaði teimum á samkomu nú um dagarnar. Samstundis takkar Lions Club Tórshavn øllum, sum stuðlaðu og vístu tiltakinum vælvild.