300.000.000 - ímillum skins og hold
Tórbjørn Jacobsen:
Við Fólkaflokkinum á odda í øllum lutum eru vit við ferð ávegis aftur í amtstíðina tjóðskaparpolitiskt. Sosialt á veg aftur í ringasta stættarsamfelagið og vinnuliga gongur leiðin aftur í feudaltíðina. Samfelt gongur alt aftur á hond. Ei dáni í at fólk flýggja yvir háls og herðar higani. Orðaskiftið á tingi ígjár krystalliseraði bara uppaftur meira, hvørjir hesir trællirnir eru, sum nú stjórna hesum áður so treysta flokki. Radikalum Sjálvstýri. Her er ongin vinnupolitikkur at hóma, og liberalisman er svævað á feudala altarinum, har vinir og kenningar nú standa slevandi eftir lunsunum, sum hin alt meira kámi Sheriffurin av Økrum & Co. ætla at lata teimum burturav fólksins ognum.
Nú haldi eg ikki løgmann vera blivnan óðan í høvdinum, men sum politiskur oddviti er hann farin at líkjast merkiliga nógv Christiani 7. Jørgen megnar ikki leiklutin sum Struensee, kortini hevur hann fylt stjórnarliga vakuumið hjá Kaj Leo við eini so groteskari útgávu av neokonservatismu, sum ikki er sædd aðrar staðir. Kanska í Argentina, har kloakkirnar í Buenos Aires vóru privatiseraðar, og í Farum, har Peter Brixtofte spákaði kring um í einum leasaðum habitti ímillum ælini av ovurdýrum vínberjadropum.
Løgmaður, sum vit gjørdu eina semju við í fjør, um hvussu fiskivinnupolitikkurin skuldi skipast í framtíðini, gjørdi greitt, at liberalisman var deyð, bara soleiðis kundi tað skiljast, tá hann slerdi fast við sjeytummaseymi, at uppboðssøla av makreli er out of question. Sambært honum tosaði ongin um hendan møguleikan longur, hvørki í samgongu ella í andstøðu, tí var politisk útluting til vinir og kenningar einasti møguleikin. Aðrir sambandsmenn vóru nú heldur meira gyrðnir í orðaleikinum, og tí kann tað verða ein vón fyri parlamentinum, fólksins umboðum, um hesir tænarar okkara taka betri partar fyri seg enn teir, sum stjórna danska heimastýrinum úti við flógvu radiatorarnar á sjálvum Nesinum.
Lóggávan, uppskotini og kunngerðin, sum varð viðgjørd undir fyrstu viðgerðini, hevði tilvitað til endamáls, at lóggeva ímillum fjórðingsmilliard og 3 hundrað milliónir krónur burtur frá eigaranum av tí makrelkvotu, sum føroyingar hava ásett sær í veiði í 2012.
Eftir at Russland og Ísland í bilateralum sáttmálum eru farin avstað við 14.300 tonsum eru 134.075 tons eftir hjá føroyskum skipum at veiða. Uppsjóvarflotin hevur á sama hátt sum allir aðrir skipabólkar ein rætt sambært tí fiskivinnuskipan, sum vit hava hildið skuldi verða galdandi fram til 2017/2018. Hetta er í uppskotinum hjá landsstýrismanninum takserað til 55.000 tons. Havstovan skal hava nakað, og fáa teir 4.075 tons til vísindaligar rannsóknir, tá eru 75.000 tons eftir av ognum fólksins.
Óvissan er stór um tølini hjá landsstýrinum. Inntøkurnar byggja í stóran mun á tøl tikin úr leysum lofti. Tað eru mett tøl frá eini uppboðssølu sjálvandi eisini, tað fær ikki verið øðrvísi, liberali marknaðurin tann dagin selt verður avgerð alt ultimativt. Hinvegin er hetta einasti mátin fólkið hevur at selja sínar ognir, samstundis sum vissa verður fingin fyri, at alt gekk rætt og rímiligt fyri seg. Í fjør undirmettu vit í denn grad inntøkuna, sum seinri fekst burturúr at selja tey 20 túsund tonsini umvegis skivuna hjá Fiskamarknaðinum á Toftum, har 72 milliónir krónur fingust burturúr.
Fólkaflokslygnin, sum teir ivaleyst vunnu valið uppá, at útlendingar veiddu hesi 20 túsund tonsini, er eftirhondini flusnað somikið í kantinum, at lítið og onki er eftir av henni. Nú vita tey flestu, at ikki ein stertur av hesum keypta makreli var veiddur av øðrum enn føroyingum við føroyskum skipum. At vantandi móttøkuorka á landi skapti ein tørv fyri móttøkuskipum, er ein heilt annar spurningur, sum er víkjandi, nú gøtumenn hava spanderað so trivaliga suðuri við Trongisvágsfjørð. Og var móttøkuorkan í fjør ikki áhaldandi størri enn tað sum veiðiliðið dag og dagliga tók úr sjónum, so var ongin prísur, tað átti sjálvt ein feudaltrúgvandi fólkafloksmaður at vita. Sama verður skilið í ár, hóast orkan á landi er vaksandi.
Vinnunevnd løgtingsins fer nú at ráða seg um, á hvønn hátt tey skulu tilmæla fólksins umboðum á tingi, hvussu eigarin sleppur sum frægast burturúr hesum handlinum, við tær og teir, sum hava ynski um at keypa burturav ognum hansara. Landsstýrismaðurin ætlar at lóggeva burtur ímillum fjórðingsmilliard og 3 hundrað milliónir krónur út ímillum skins og hold hjá onkrum, sum eigur líka lítið í hesum fiski sum allir hinir borgararnir einsæris í landinum. Hesum kann vinnunevndin forða fyri, við at lata uppsjóvarflotanum – nótaflotanum - tað sum honum tilkemur, sambært verandi fiskivinnulóggávu, og í uppskotinum snýr tað seg um 55 túsund tons (um hetta er rætta talið veit eg ikki, men tað eigur onkur talsnillingur at kunna rokna seg fram til, og ivaleyst fara búskaparfrøðingarnir at mæla til at selja hesi tonsini eisini, men tað ber ikki til at destabilisera vinnulóggávuna í fleng, sum ætlandi skal vera galdandi tey næstu 6 árini – 2017/2018.)
Táið Havstovan hevur fingið sítt, er bara eitt eftir at gera, og tað er at leggja leiðina inn á Toftir og selja tey resterandi 75 túsund tonsini í eini Tilfeingisbúð. Tey sum keypa fáa fiskin fyri tað sum tey halda seg kunna forsvara í mun til marknaðin, við avkasti sjálvandi, og seljarin, Føroya fólk, fær tað sum marknaðurin heldur, at ognir tess eru verdar sum rávøra. Torførari er hetta málið ikki at greiða til alra besta.