
300 fólk vitjaðu nýggja barnagarðin 1. desember 2011
Leygardagin 26. november vóru fólk boðin at síggja nýggja partin av barnagarðinum sum nú er liðugur, og tikin í brúk.
Bygdar eru 3 stovur afturat verandi barnagarði til 54 børn tvs. 3 stovur til 18 børn.
Gamli bygningur skal framyvir hýsa 36 børnum tvs. 2 stovur til 18 børn.
Íalt kemur barnagarðurin nú at hýsa 90 børnum.
4-5 starvsfólkfólk skulu arbeiða í hvørju stovuni t.v.s. 5 stovur við 5 starvsfólkum íalt skal pláss gerast til 25 starvsfólk.
Teknistovan í Gøtu hevur projektara og havt eftirlit við byggingini.
Arbeiðstakarar hava verið:
Lendisarb. - SP/F Vestcon
Betongarb. - SP/F Heildarverk
Timbur - og snikkaraarb. - Byggivirkið KBH
HVS arb. - Z. Leitisstein
El arb. - Rók-el
Málara arb. - Málarin v/ Lars Johansen
Arbeiðið at gera Barnagarðin hevur gingið sera væl, og er kommunan, bygginevnd og starvsfólk í barnagarðinum sera væl nøgd við bygningin, nú arbeiðið er liðugt.
Fleiri myndir kunnu síggjast við at trýsta á linkin:
http://www.nes.fo/popGallery.asp?id=103