Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

30 nýggj grundøkir í Hoyvík

Byggi og býarskiparnarnevndin hjá Tórshavnar kommunu, samtykti fyrr í ár, at taka undir við tilboðnum frá Landsbyggifelagnum, sum hevði lægsta tilboðið millum 4 ráðgevarafyritøkur, uppá nýggju útstykkingina Millum Gilja/Djúpagil í Hoyvík.

Tilboði hjá Landsbyggifelagnum var áljóðandi kr. 96.875,- uttan mvg. Nú er so mikið klárt at arbeiði uppá útstykkingina kann byrja fyrst í komandi árið í 2013. Byggi og býarskiparnarnevndin fær meira nágreinliga at vita um prísin fyri hvørt grundøki og samlaða kostnaðin seinni í hesum mánaðinum. Málið verður viðgjørt aftur 30 septembur í ár á fundi í byggi og býarskiparnevndini. Vantast kann tó, at grundøkini fara at liggja millum 400.000 fyri hvørt grundøki.

Stutt um útstykkingina. Líka síðani 2007 hevur verið arbeitt við at útstykkja við Djúpagil og Millum Gilja í Hoyvík. Nú er klárt at seta fyrsta spakan í fyrst í komandi árið. Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur gjørt uppskot til útstykkingarætlan við uml. 30 grundstykkjum á 300 fermetrar og tveimum felagsøkjum. Útstykkingin hevur atgongd frá sambindingarvegnum við nýggja innkomuvegin og er skipað í 4 bólkar fram við einum atkomuvegi. Atkomuvegurin hevur gongubreyt báðumegin.

Norðan fyri atkomuvegin er avsett pláss til 1 eyka parkeringspláss pr. matrikul. Innkoyringarnar til bústaðarbólkarnar eru markeraðar við vegbungum. Gøtusamband er til Stórutjørn gjøgnum ein tunnil undir sambindingarvegnum.

Grundstykkini liggja fram við 8 m breiðum vegum uttan kantsteinar. Vatnrennur úr beton er mark millum gongubreyt og koyribreyt. Koyribreytin er 4 m breið.

Ætlanin er at lata liðugt planerað grundstykkir við ásettum byggifelti og planeringshædd.

Gongugøtur eru millum bústaðareindirnar og felagsøkir. Gøturnar hava samband við verandi gøtuskipan.** Hetta er at fegnast um og næsta málið má vera at útviga 400 m2 grundøkir, annars arbeiðir kommunan framvegis við at útstykkja í Kollafjørði.

Levi Mørk

formaður í byggi og byarskiparnarnevndini hjá

Tórshavnar kommuna

www.levimork.com