3 nýggjar vindmyllur hjá Elfelagnum SEV fingið umhvørvisgóðkenning
Umhvørvisstovan hevur tann 13. januar 2012 umhvørvisgóðkent vindmyllurnar, sum skulu setast upp í Neshaga.
Umhvørvisgóðkenningin setir serliga treytir til teir ampar, sum kunnu væntast at vera av vindmyllunum. Hesir eru – umframt tað, at tær eru sjónligar í umhvørvinum - óljóð, skuggakast og endurskin.
Skuggakast
Elfelagið SEV hevur gjørt eina umhvørvisárinsmeting fyri virksemið, sum millum annað viðgerð hesar ampar. Sambært umhvørvisárinsmetingini kann skuggakast koma fyri í Æðuvík, tá ið sólin stendur lágt í november, desember og januar. Umhvørvisstovan hevur sett treyt um, at virksemið í minst møguligan mun skal elva til ampa av endurskini og skuggakasti, og 10 tímar er sett sum markvirði fyri, hvussu nógvar tímar skuggakast kann vera um árið. Er skuggakast í meira enn 10 tímar, má myllan steðgast, tá líkindi eru fyri skuggakasti, so markvirði kann haldast.
Óljóð
Nakað av óljóði kemur frá vindmyllunum tá tær eru virknar, og økist óljóðið við vindferðini. Tó er tað so, at ljóð frá vindinum sjálvum økist enn meira og ofta hoyrist ein vindmylla best tá vindmegin er 4 – 8 m/s. Markvirði verða sett fyri, hvussu nógv óljóð kann koma frá vindmyllunum við bústaðir og stovnar í og uttan fyri bústaðarøki tá vindmegin er 6 m/s og 8 m/s.
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Almenna lýsingin av góðkenningini er her
http://www.us.fo/Default.aspx?ID=6590#28302
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her
http://www.us.fo/Default.aspx?ID=5538
Góðkenningin kann kærast til http://www.imr.fo/
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.
Les meira um at kæra her
http://www.us.fo/Default.aspx?ID=6155