3 milliónir í eykajáttan til umlætting, stuðulstænastu og virksemi á verkstøðum
Nú er hækkanin á 3 milliónir í eykajáttan til Almannaverkið til trivnaðartænastur farin ígjøgnum við 3. viðgerð.
Hetta ger, at tillagað virksemi á verkstøðum, leingjan av afturlating frá 3 til 4 vikur og umlegging og minking av stuðulstænastum IKKI skulu gjøgnumførast vegna manglandi fígging - hettar er fantastiskt og gleðiligt.
Sparingin á hesum økjum hevði rakt so sera hart. Bæði hjá øllum, sum hava brúk fyri hesum tænastum og teirra avvarðandi, at hetta mátti ikki koma fyri vegna manglandi fígging. Hettar skuldi Almannaverkið havt biðið um beinanvegin, tá umbøn um eykajáttan kom í Løgtingið.
Sostatt er hetta komið upp á pláss og tað fegnast vit um.
Nú er fíggingin so ikki avbjóðingin hjá Almannaverkinum til hettar, sum omanfyri nevnt.
Edva Jacobsen