Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

3. flokkur fær frítíðartilboð

Kommunan gevur nú frítíðartilboð til børn í 3. flokki komandi skúlaár.

Tórshavnar kommuna hevur avgjørt sum royndarskipan at veita børnum í 3. flokki frítíðartilboð eftir skúlatíð komandi skúlaár.

Frítíðartilboðini lata upp 19. august, tá skúlarnir byrja aftur. Eitt frítíðartilboð hevur nøkulunda tað sama at bjóða sum ein frítíðarskúli, við verkstøðum, ítrótti og spæli yvirhøvur.

Børnini, ið taka av hesum tilboði, ganga frá skúla sjálvi, og opið er til kl. 17.00.

Frítíðartilboðini eru á hesum stovnum:

Barna- og Ungdómshúsinum Látrinum í Nólsoy, Dagstovninum Flatnagarði í Kaldbak, Frítíðarskúlanum á Argjahamri, Frítíðarskúlanum í Hoyvík, Dagstovninum við Botnánna, Margarinfabrikkini og Spíranum í Havnardali.

Barninum stendur frítt í boði at velja stovn og kunnu tey skipast eftir áhuga. Tilboðið er ókeypis, tó kunnu børnini tekna seg sum lim fyri 400 kr. um árið og fáa ymsar ágóðar, ið fylgja við limaskapinum.

Innlimingarskjal er at finna á heimasíðuni hjá kommununi www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1116 og skal tað latast stovninum ella sendast sum teldupostur. Vónandi verður hetta eitt áhugavert og gott tilboð, sum børn og foreldur fara at taka væl ímóti.

Kelda: www.torshavn.fo