Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

2nd Faroe Islands International Minority Film Festival 2018

er nú í døgunum, 30. august - 2. september, í Norðurlandahúsinum og í Perluni í Tórsgøtu. Íslendski filmurin, Andið eðlilega - Andið sum vant, verður vístur síðsta kvøldið í Perluni sunnukvøldið 2. september kl. 20. 

Leikstjórin Ísold Uggadóttir er komin til Føroya í hesum sambandi og aðalkonsulátið býður okkurt leskiligt undan sýning. 

Øll eru hjartaliga vælkomin! 

Sí meira um festivalin og skránna: www.fimff.fo

Úr skránni: 
ANDIÐ EÐLILEGA (AND BREATHE NORMALLY) 
SUNDAY 2/SEP 20.00 Aðalkonsul Íslands, býður øllum vælkomudrykk undan sýningina. 

Tá ið Adja handar marknavørði- num sítt óektað pass á flogvølli- num í Keflavík, sær hon í eyguni á Laru fyri fyrstu ferð. Adja (Sadjo) er flóttafólk úr Guinea-Bissau. Lara (Haraldsdóttir) er í læru sum marknavørður á flogvøllinum. Lítið vita tær, hvønn týdning tær fara at hava fyri hvørja aðra. Lara hevur nógv um at vera. Hon tekur útbúgving og tekur sær av son- inum – alt meðan tey standa til at verða rikin burtur frá húsi og heimi. Men meðan alt stendur so illa til, møtir hon Adju, sum søkir friðskjól í Íslandi. Tær báðar gerast tætt knýttar, og onkursvegna virka tær sum ein lopfjøl hjá hvør aðrari ímóti einari ljósari framtíð. 

DANISH/FAROESE PREMIERE 
Hetta er fyrsti spælifilmurin í fullari longd eftir Ísold Uggadóttir. Stílurin er einfaldur og stílreinur – bæði í myndum og í orðum. Hetta er ein av teimum filmunum, har áskoðarin gerst mál- leysur. Við einum klumpi í hálsinum og einum fløva í hjartanum – sum varir við í fleiri dagar. Hesin filmurin fær okkara besta viðmæli. 

Gestur/Expected guest: Ísold Uggadóttir, Leikstjóri/Director 

Leikstjóri/Director: Ísold Uggadóttir

2018 | Iceland, Sweden, Belgium | 100 min Icelandic, English, Creole |
Enskt undirtekstur/English subtitles Leikarar/Cast: Kristín Thóra Haraldsdóttir, Babetida Sadjo, Patrik Nökkvi Pétursson