Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

252 uppskot um navn til Vesturskúlan

Vesturskúlin er/hevur verið starvsheitið á nýggja skúlanum, sum fer at verða bygdur úti á Fløtum. Skipað hevur verið fyri navnakapping á www.torshavn.fo fyri at finna navn til skúlan.

Treytir í sambandi við navnakappingina vóru hesar: 
• Navnið skal vera lætt at siga og ikki vera ov langt. 
• Skúli skal vera partur av heitinum – ella skal navnið vera av slíkum slag, at einki er at ivast í, 
   at talan er um ein skúla. 
• Tórshavnar kommuna tilskilar sær rætt til ikki at taka av nøkrum av teimum uppskotum, 
   sum koma inn. 

Tá freistin var farin vóru 252 uppskot komin inn, fleiri av teimum hava tó sama uppskot til navn. Tað eru 21, sum hava skotið upp navnið, sum hevur vunnið kappingina, og lutakast hevur verið um, hvør teirra fær vinningin á 5000 kr. Men øll tey, sum hava sent hetta uppskot, fáa eina heilsan frá Tórshavnar kommunu. 

Mánadagin 8. juni kl. 10.00 fara Heðin Mortensen, borgarstjóri og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini at avdúka navnið úti á Fløtum, har skúlin skal byggjast. Janusargøta, vegurin til arbeiðsøkið við Marknagilsdepilin, verður latin upp kl. 9.45, so tað ber til at sleppa inn á økið, har navnaskeltið verður avdúkað. 

Tað slepst inn á økið eftir vegnum inn til Handilsskúlan, og síðani til høgru eftir Janusargøtu.