Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

250 miðvingar á legu í Nesvík

Eitt slag av legum, sum ofta eru í Leguhúsinum, eru tær sokallaðu bygdalegurnar. Seinasta vikuskiftið vóru tað miðvingar, sum vóru í Nesvík, og sum altíð á Miðvágsleguni var luttøkan stór.

Orð: Torfinn Jacobsen - Mynd: Bárður Thomassen

Nú í mong ár hevur Miðvágs kirkja skipað fyri bygdalegu í Nesvík, og luttøkan hevur øll árini verið sera stór, bæði børn, ung, vaksin og eisini eldri fólk hava luttikið. Seinasta vikuskiftið vóru so umleið 250 miðvingar á legu í Nesvík. Skráin var sum altíð fjølbroytt við ymsum áhugaverdum bæði til gamans og álvara.

Kappingar av ymsum slag, bæði innan- og uttandura, fyrilestur, hugleiðingar um útróður í Grønlandi, barnakór sang og kvøldsetur, sum Jón Thomassen á sín serliga hátt stóð á odda fyri. Endað varð við andakt. Sunnudagin var familjugudstænasta. – Vit eru vælnøgd við leguna. Alt gekk sera væl, fólk hugnaðu sær og høvdu tað stuttligt, sigur Richard Johansen, formaður í fyrireikingarnevndini.

Kelda: www.trubodin.fo