Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

25 filmar kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina

Dan Klein --- 07.12.2017 - 10:00

Týsdagin 5. desember á midnátt var frestin úti at boða frá luttøku til Filmskvøldið, sum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. februar 2018. 
 
Inn komu fráboðanir um 25 føroyskar stuttfilmar, sum í ár fara at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina. Kravið til ein stuttfilm er, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. Ein stuttfilmur kann vera spælifilmur, listafilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur. Filmsnevndin sigur, at trý metingarvirðir verða brúkt í dømingini, og tey eru: søga, filmisk frásøgusnildi og handverk. 

Tað er Bank Nordik, ið letur Geytavirðislønina á 25.000 krónur, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og David Geyti hava gjørt. Tórshavnar kommuna letur Áskoðaravirðislønina á 25.000 krónur. Í hesum føri er tað møtti áskoðarin til Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum, sum sleppur at velja sín yndisfilm. Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, Norðurlandahúsið, Jan B. 

Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Eilen Anthoniussen, Tórshavnar Kommuna, Johnny í  Grótinum , Kringvarp Føroya og útlendski nevndarlimurin hesaferð er Hlynur Pálmason, leikstjóri. 

Til ber at keypa atgongumerkir.