Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

25 ára trúgv tænasta Vesturi á Flat

Í gjár hátíðarhelt Býlingshúsið Vesturi á Flat 25 ára føðingardag.

Tvey starsfólk hava fylgt stovninum líka frá byrjan, tað eru Kristina Vesturklett og Bjørg Bláberg, sum báðar hátíðarhildu 25 ára starvsdag í gjár.

Tær báðar fingu heilsu og gávu frá Tórshavnar kommunu og Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu.

 Um Kristinu segði borgarstjórin, at hon sum ein góður starvsfelagi var kend fyri trúfesti, fyri at vera arbeiðssom og sera stuttlig. Bjørg var eisini kend fyri trúfesti, mildni og hjálpsemi, segði borgarstjórin.

Nýggi leiðarin á Býlingshúsinum Vesturi á Flat, Turið Horn, tók ímóti heilsu og blómum til stovnin, og borgarstjórin handaði Kristinu og Bjørg peningagávu frá býráðnum, umframt blómur og bringuprýði, sum listamaðurin Anker Eli Petersen hevur gjørt.