Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

25 ára starvsdagur

Sigrun Dulavík Olsen hevur í 25 ár starvast sum reingerðingsfólk í læknahølunum á Skála. Í tí sambandi varð hósdagin skipað fyri eini hugnaløtu, har hon varð heirað.

Borgarstjóri Magnus Rasmussen bar fram røðu og aftaná handaði hann Sigrun eina gávu frá kommununi. Gávan var ein málningur av Skálabygd av Hilmar J. Højgaard.

Kommunan takkar fyri gott samstarv.

Kelda: www.runavik.fo