
25 ára starvsdagur á Havstovuni
Tann 1. mars í ár hevur Eilif Gaard, sum nú er stjóri á Havstovuni, arbeitt á stovninum í 25 ár. Eilif er útbúgvin lívfrøðingur við Cand. Scient heiti frá Odense universiteti í 1986, og 1. mars 1987 varð hann settur í starv sum granskari á Fiskirannsóknarstovuni, sum Havstovan tá æt.
Hann hevur í sínum starvi serliga kannað gróður og plankton (æti), sum eru grundarlagið undir mestsum øllum øðrum livandi í havinum. Við síni gransking hevur hann ávíst stórar broytingar í gróðrinum á føroyska landgrunninum og verið við til at vísa, hvussu stóran týdning hesar broytingar hava fyri fleiri av okkara gagnfiskastovnum og annað livandi, sum sjófugl.
Í 2001 vann hann sær doktaraheiti (Doctor philos.) við universitetið í Tromsø fyri hesa gransking. Tá Hjalti í Jákupsstovu gavst vegna aldur, varð Eilif settur stjóri á Havstovuni 1. mars 2010.