Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Rigspolitiet

24 ára gamal varðhaldsfongslaður í 2 vikur

Ein 24 ára gamli maður bleiv fyrrapartin leygardagin, framstillaður í grundlógarforhoyr í Føroya Rætti, skuldsettur fyri brot á narkotika lógina

Tann 24 ára gamli maðurin, sum í gjár kl. 16.57 bleiv handtikin og skuldsettur fyri brot á narkotika lógina, bleiv í morgun kl. 10.00 framstillaður í grundlógarforhoyr í Føroya Rætti.

Tann 24 ára gamli játtaði seg partvís sekan og bleiv varhaldsfongslaður í 2 vikur.

Hann kærdi ikki avgerðina.

Grundað á víðari kanningararbeiði, hava vit ikki fleiri upplýsingar í málinum.

Mynd: Rigspolitiet