Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

200 sálarsjúk ongan góðan

Havi júst lisið, at 200 sálarsjúk - 130 børn og ung og 70 vaksin - onga viðgerð kunnu fáa vegna ov lítla játtan. Hetta er at kalla ein fíggjarlig og menniskjanslig brotsgerð framd móti óhjálpnum, ið ikki kunnu verja seg í teirra óseku og óynsktu støðu.

Flest øll eru vitandi um, at kanska einamest sálarsjúk hava brúk fyri góðari og skjótari hjálp, og at børn og ung lætt steðga upp og gerast eftirbátar innan fólkaskúlan og undirvísingarverkið sum heild, um tey ikki fáa neyðuga hjálpina.

Hetta er ein sera ókristiliga framferðarháttar, ið verður framdur við teimum sokallaðu kristnu á brúnni.

Danir eru gott og væl 100 ferðir okkum í tali, so samanlíkna skuldu yvir 20.000 danir staðið á bíðilista til sálarliga viðgerð - harav 13.000 børn og ung - um støðan skuldi verið tann sama sum hjá okkum.

Kanska áttu vit at stáplað eina landsumfatandi kravgonga á beinini móti fíggjarligu niðurskurðunum innan sjúkrahúsverkið sum heild - við serligum krøvum um skjóta hjálp til viðgerð av sálarsjúkum.

Tí so leingi tøgnin varðar heldur ágangurin móti teimum smáu, sjúku og veiku áfram við somu - ella møguliga enn størri - styrki.

Dagfinnur Danbjørg.