Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

20 ÁR Í ÍSLENDSKA LOFTRÚMINUM - eitt radiokall

Undirritaði vitjaði á kringvarpsrásini Lindini í Reykjavík. Fekk eitt gott prát við eitt av starvsfólkunum.

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Í mars mánaða í ár vóru 20 ár liðin síðani Íslendska Kristna kringvarpsrásin Lindin, sum hevur bústað í Reykjavík, byrjaði at senda. Stovnararnir eru trúboðarahjúnini Sheila og Mike Fitzgerald. 

Sheila og Mike Fitzgerald eru amerikanskir ríkisborgarar, men Mike hevur Íslendskt blóð í æðrinum, tá annað av foreldrunum kom úr Íslandi. Tey komu á fyrsta sinni til Íslands úr USA í 1992, men hugsaðu ikki tá, at Ísland skuldi gerast teirra framtíðarheim. Tey vóru send sum trúboðarar til Íslands frá eini samkomu/kirkju í Amerika, sum eisini hevur stuðlað teimum øll hesi árini. Tey búsettust í Reykjavík, har tey hava búð øll árini. Tey koma í hvítusunnusamkomuna í Filadelfia í Reykjavík.  

Sheila og Mike komu úr Amerika við einum sterkum kalli og eini krystalklárari visión um, at Íslendingar høvdu brúk fyri eini kringvarpsrás, sum sendi andaligt kristiligt tilfar burturav; og tey fóru í gongd í styrki Harrans. Áðrenn tað høvdu tvær kristnar útvarpsstøðir roynt seg í loftmiðlarúminum, men teimum var ikki lív lagað.

Mars 1995

Í novembur 1994 varð støðin stovnað alment, og í mars 1995 byrjaði støðin at senda regluliga. Tey valdu at kalla radiostøðina fyri LINDIN. Tey siga annars, at LINDIN er ein trúboðarakringvarpsrás, sum er ein sigandi lýsing av endamálinum hjá LINDINI. 

Ein kann siga, at Sheila og Mike saman við starvsfólkunum í Lindini, hava av sonnum verið Guds trúboðarar í Íslandi, tá hugsað verður um, at ígjøgnum rásina megna tey hvønn dag at koma inn í meira enn 80 % av Íslendsku heimunum við tí bíbilska kristna boðskapinum; og við alnótini røkka tey 100 % út til alt tað Íslendska neti. 

Byrjað varð við  bert einum sendara, sum stóð í Reykjavík, men tað var skjótt, at støðin gjørdist ein 24-tímar-støð, og í dag eru ikki færri enn 15 sendarar, sum er settir upp um alt landi – tað skal nógv orka til at viðlíkahalda hesar!

Hafsteinn Einarson, sum er eitt av starvsfólkunum í Lindini sigur soleiðis í samrøðu við undirritaða: “Sheila og Mike hava offrað nógva orku til tess at byggja støðina upp hesi seinastu 20 árini. Eitt undur, at hetta gjørdist ein møguleiki. Tey hava verið trúføst í arbeiðinum. Tey byrjaðu ikki bert fyri eina  tíð, men ynsktu at vera áhaldandi í arbeiðinum. Tí er støðin framvegis virkandi. Støðin tænir samkomuni og Guds fólki í Íslandi og allari tjóðini andaliga. Trúgvandi í Íslandi eru sera takksom fyri arbeiði hjá Sheilu og Mike........tey komu úr Amerika, og tey góvu okkum Lindina!” 

ÁRIN

Tað er ein royndur lutur í dag, sigur Hafsteinn, at rásin hevur havt stóran týdning fyri Íslendsku tjóðina, men tó serliga fyri alt likam Kristusar í Íslandi. Flestu kristnar samkomur og kirkjur í Íslandi kenna seg á ein ella annan hátt tætt knýttan til Lindina, og at Lindin er teirra rødd út til landsmenninar, tá allar samkomur, sum standa fyri einum sunnum bíbilskum kristnum boðskapi, kunnu nýta Lindina sum teirra rødd. 

FÍGGJARLIGT GJØGNUMSKYGNI

Tá Sheila og Mike byrjaðu Lindina, so settu tey sær fyri, at tað altið skuldi vera eitt avgjørt gjøgnumskygni í peningarenslinum á støðini. Vitandi hvussu skjótt tað er, at eitt ella annað ivamál kann stinga seg upp, sum kann verða blást upp til oyðilegging  fyri arbeiði, tóku tey hesa avgerð inn fyri Harrans ásjón. Soleiðis hevur tað verið øll 20 árini, og Hafsteinn sigur: “Allir stuðlar og onnur kunnu til eina og hvørja tíð koma inn á skrivstovuna og síggja allan roknskapin. Tað er einki, sum er loyniligt, ella sum ikki kann síggja dagsins ljós. Ein og hvør kann síggja hvussu peningurin verður brúktur til sendiútreiðslur, viðlíkahald, lønir, ferðing, skrivstovuhald, nýkeyp, avdrøg, rentur o.s.v.”  

Hetta hevur ført við sær, at eitt stórt álit er skapað millum Íslendingar, samkomur og kirkjur, soleiðis at støðin í dag hevur fleiri enn 550 regluligar stuðlar. Sheila og Mike eru væl kend og væl dámd í Íslendska gerandisdegnum, tí tá eitthvørt alment átak er í býnum ella aðrastaðni í landinum, so eru tey altið til staðar og greiða frá um Lindina. 

FRAMTÍÐARVISJÓNIR?

Høvuðsvisjónin hjá Lindini hevur altið verið at boða evangeliið, og hendan visjónin verður óbroytt í framtíðini. Men um endamálið altið er tað sama, so kann tað vera, at hátturin í boðanini broytist nakað við tí sera skjótu ferðini, sum tøknin flytir seg við í dagsins samfelag – og har eigur man at fylgja við!

Leiðslan ynskir at gera nógv meiri brúk av møguleikunum, sum liggja í eini livandi og tíðarhóskandi heimasíðu. Eisini hevur leiðslan innsæð, at tey ungu millum 15 og 25 ár eru øll allan dagin á smartphone. Tí hava teir ein dreym um at útarbeiða appir, og á henda hátt eisini náa út til unga fólki.  

Hafsteinn Einarson sigur, at “tá Lindin byrjaði fyri 20 árum síðani, var einki, sum kallaðist heimasíður, men tað var radio, sum var inn. Í dag kann ein Íslendari lurta eftir Lindini allastaðni í heiminum, sum ikki var møguligt fyri 20 árum síðani.”

Í ljósinum av, at tað er munandi bíligari at reka sjónvarp í dag enn tað var fyri bert 10 árum síðani, so er tankin um egna sjónvarpsstøð uppi at venda frá tíð til aðra. Lindin hevur annars gott samstarv við kristnu sjónvarpsstøðina í Reykjavík, Omega Television. Teir hava framleitt fleiri video verkætlanir í samarbeiði við Omega Television. 

Fyri kortum lat Lindin upp eina nýggja heimasíðu, har ein kann velja millum ymiskar sjónvarpsupptøkur so sum møtir, filmar, fyrilestrar o.s.v. Heimasíðan eitur: www.lindin.tv (ON DEMAND INTERNET TELEVISION STATION). Lindin er í dag ein multimediakringvarpsstøð. 

STARVSFÓLK

Tá støðin byrjaði vóru Sheila og Mike tey einastu, sum vóru í fulltíðarstarvi á støðini. Í dag eru nógv fólk, sum eru við í arbeiðinum. Tey flestu av hesum gera arbeiði uttan løn, men gleðiliga geva tey av orku og tíð til hetta góða arbeiði. Í dag eru fýra fólk, sum eru ávíkavist í fulltíðar- og hálvtíðarstarvi, og hesi eru eisini á lønarlistanum.

JÓGVAN OG RÓSA

Rósa og Jógvan Purkhús, sum hava virkað í verki Guds í mong ár, ávíkavist í Reykjavík og á Akureyri, har Rósa er ættað, hava verið knýtt at tænastuni í Lindini í fleiri ár. Í tvey ár hevði Rósa ábyrgdina av, annanhvønn sunnumorgun í tveir tímar, at senda tónleik og at taka ímóti bønarevnum, meðan Jógvan hevði ábyrgdina av at hava dagsins boðskap. Seinastu 12 árini hevur Jógvan havt dagsins boðskap/talu hvønn seinasta mikudag í mánanum, sum hann framvegis hevur. 

Jógvan er ættaður úr Klaksvík, og flutti til Íslands í 1964, har hann hevur virkað sum trúboði øll hesi árini. 

LEIÐARASKIFTI  

Í 20 ár hevur Mike Fitzgerald, sum saman við konuni stovnaði støðina, verið ovasti leiðari í Kringvarpsrásini Lindin. Mike hevur boðað frá, at hann metir, at tíðin er komin til nýggja leiðslu. Miðað verður ímóti, at nýggj leiðsla verður sett í nýggja árinum. Gitingar eru frammi hvør er tann upplagdi kandidaturin, men tað liggur inntil seinni. 

Samband:

Lindin – Krókháls 4 – 110 Reykjavík – Ísland
Tlf: +354 567 1818 – 
lindin@lindin.is - www.lindin.is – www.lindin.tv

Gud vælsigni tey orðini, sum fara inn og út gjøgnum mikrofonirnar í Kringvarpsrásini Lindin.

KELDUR: 

Samrøða við Hafsteinn Einarson

Heimasíðurnar hjá Lindini