Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

2 ára FHS útbúgving

Nú kann FHS takast uppá tvey ár á Føroya Handilsskúla í Havn Tað kunnu vera ymsar grundir til, at man ynskir betri stundir at taka støðisútbúgvingina.

FHS-útbúgvingin er ein støðisútbúgving, sum eggjar til at halda fram við einari yrkisútbúgving innan eina røð av spennandi yrkjum.

Seinasta skúlaár fór Føroya Handilsskúli undir at bjóða FHS útbúgvingina fram sum eina 2 ára útbúgving. Tað er eitt nýtt tilboð til nøkur teirra, sum ætla sær eina útbúgving innan merkantila økið, men sum hava brúk fyri betri tíð til at nema sær eitt FHS-prógv.

Tað kunnu vera ymsar grundir til tess, sum umsøkjarin kann umrøða saman við lestrarvegleiðingini á Handilsskúlanum.

Skúlin hjá Dugna við Áir bjóðar ikki longur FHS útbúgvingina, tí bjóðar Handilsskúlin teimum, ið høvdu ætlað sær at fara á skúlan við Áir, at søkja inn á tvey ára FHS útbúgvingina í staðin.

Ein FHS-útbúgving er ein góð byrjan til eina fjølbroytta yrkisleið.

Á heimasíðu Føroya Handilsskúla www.fh.fo fært tú enn meira at vita um útbúgving og upptøkutreytir og tilmeldingarskjal.

Føroya Handilsskúli

Helena Dam á Neystabø, stjóri