Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

18 bólkar luttaka á Sement 2021

Vit hava góð tíðindi til tykkum! Heili 18 bólkar hava meldað seg til Sement 2021, og tað er onki minni enn fantastiskt

Tí hetta merkir, at 17., 23. og 24 apríl sleppur tú at hoyra eina rúgvu nýggjum tónleiki, sum ikki er útgivin áður. Og 1. mei verður sjálv finalan, tá vit skulu finna vinnaran av Sement 2021.

Umframt hetta, so kunnu eisini avdúka, at tónleikurin á Sement 2021 verður deiliga fjølbroyttur. Í ár verður tað alt frá hip hop og metal til pop og soul. Og vit fara eisini at uppliva royndar bólkar, óroyndar bólkar og ymiskar aldursbólkar. Og tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá vit siga, at Sement er ein forsmakkur upp á framtíðina hjá føroyskum tónleikalívi.

LES MEIR