16 filmsverkætlanir fáa 1.8 mió. kr.
Stuðul verður latin 16 umsóknum um stuðul til film í fyrra umfari 2022. 31 umsóknir komu inn, og søkt var um tilsamans 5,9 mió. kr. Stuðulin fevnir um eitt nú hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu.
Talan er um bæði dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.
Hesi 16 fingu stuðul:
Torfinnur Jákupsson
Tinganes
150.000
Ebba Malena Debess Thomsen
Lítla
150.000
Hugmynd v/Eir í Ólavsstovu
Abbi
120.000
Terji Mohr
Sorgarbúnin
6.500
Felagið Føroysk Ross
Føroyska rossið
150.000
Turf Roof Productions v/ Hans Kristian Eyðunsson Hansen
Trøllini og huldugentan
75.000
Terji Mohr
Perlan
7.000
Rógviper sp/f v/Rógva Rasmussen
Rótfesti
50.000
Helmsdal Media v/Gudmund Helmsdal
Vandaferð
50.000
Rógviper sp/f v/Rógva Rasmussen
Heartist
150.000
Felisia Jógvansdóttir Helmsdal
Kom bara við
75.000
Atli Brix Kamban
Storkur
70.000
Mariann Sofiasdóttir
Nóra
35.000
Jónfinn Stenberg
Meg minnist eina mynd
175.000
Symphor Film v/ Franklin Henriksen
Grímur Havreki
75.000
Kykmyndir v/ Jón Hammer
The Last Paradise on Earth
450.000
Kykmyndir hjá Jón Hammer hevur fingið 450 tús. kr. til spælifilmin The Last Paradise on Earth eftir Sakaris Stórá. Tað er søgen um ungan mannin Kára, sum arbeiðir á flakavirkinum í heimbygdini, og sum býr heima saman við pápanum og yngru systrini. Heimið hjá teimum hevur ikki verið tað sama, síðan mamman doyði, og sorgarrakti pápin megnar ikki at taka sær av familjuni. Samstundis er lívsæðrin í bygdini í vanda, tí flakavirkið er um at tapa bardagan móti marknaðarkreftunum, og teimum umhvørvisbroytingunum, sum ávirka havið og fiskaríið runt oynna og landið. Tá pápi Kára fer aftur til skips, má Kári taka ábyrgdina við hús og taka sær av systur síni.
Hetta er ein filmur um at finna sítt pláss í lívinum, og tematisk verður komið inna á evni sum, hvussu umhvørvisbroytingar ávirka dagligdegin í okkara samfelag, og hvussu teir siðbundnu kynsleiklutirnir ikki altíð hava tað so lætt í einum moderniseraðum heimi.
Jónfinn Stenberg hevur fingið 175 tús. kr. til ein novellufilm við arbeiðsheitinum Meg minnist eina mynd. Filmurin viðger evnið “eftirmæli” og varpar ljós á, hvat ein letur eftir seg, tá ein fer úr hesum heimi. Tað er ein søga um, hvussu avgerðir verða raðfestar, og hvat ein stendur eftir við. Trongdin at seta sítt fingramerki á heimin kann vera sera stór.
Samlaða filmsjáttanin er 3,5 mió. kr. Næsta stuðulsumfar verður lýst í juli við freist 1. septembur 2022.
Mynd: Kykmyndir: The Last Paradise on Earth