155 teljarar setast í starv
Á manntalinum 11. november 2011 - 11/11-11 - fara 155 teljarar at ganga hús úr húsi at savna inn svaraðu spurnabløðini.
Hvørt hús í landinum fær fyrst í november eitt spurnablað, sum teljararnir koma aftur eftir tríggjar tær seinastu vikurnar í november.
Manntal søkir nú 155 teljarar at arbeiða 3-4 vikur í november.
Teljararnir verða upplærdir um tagnarskyldu og um handfaring av spurnabløðunum í trúnaði.
Upplæringin fevnir eisini um rættindi sambært mannarættindum og altjóða sáttmálum. Hvør teljari hevur ábyrgdina av umleið 130 húskjum. Í alt vitja teljararnir eini 19.000 húski.
Um onkur ynskir vegleiðing at svara spurnablaðnum, eru teljararnir eisini upplærdir til tað. Fyrstu ferð síðani 1977 Landið verður býtt upp í 17 teljidømi við eini dømisstovu í hvørjum dømi.
Dømisleiðarnir samskipa teljingina í døminum og hava ábyrgdina av, at svaraðu spurnabløðini hvønn dag verða goymd trygt undir lási. Hetta er fyrstu ferð síðani 1977, at skipað verður fyri fólkateljing í Føroyum. Úrslitið verður ein neyv lýsing í hagtølum av, hvussu tað er at liva í Føroyum í 2011.
Úrslitið kann brúkast hjá politikarum, fyrisiting, áhugafeløgum, granskarum, skúlum og annars øllum, sum hava áhuga í hagtølunum. Øll úrslit verða tøk hjá øllum samstundis. Ongar upplýsingar um einstøk fólk ella húski verða latnar øðrum myndugleikum Hagstova Føroya hevur evstu ábyrgd av manntali 2011.
Spurnabløðini til manntal eru nú prentað. Høvuðsspurnablaðið, sum er 44 síður, er prentað í 28.000 eintøkum. Hóast ikki so nógv húski eru í landinum, so vísa royndirnar frá royndarmanntalinum síðsta ár, at brúk verður fyri fleiri. Umframt høvuðsspurnabløini eru onnur serstøk spurnabløð prentað.
Í høvuðsspurnablaðnum er pláss til eitt húski vit seks persónum. Búgva fleiri enn seks persónar í einum húski, so ber til at fáa eitt víðkað spurnablað.
Um onkur ynskir at fáa sítt egna spurnablað, sum ikki er partur av húskisspurnablaðnum, so ber tað eisini til. Spurnabløðini eru prentað í eini føroyskari og eini enskari útgávu.
Um fólk eru, sum hvørki skilja føroyskt ella enskt, so hevur manntal tulkatænastu. Samstarv er eisini við teknmálstulkatænastuna.