Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

15. september verða Føroyar ruddaðar

Dan Klein --- 04.09.2018 - 06:45

Ein felagskapur, sum virkar undir heitinum “Rudda Føroyar” hevur tikið stig til, at eisini í Føroyum verður ruddað altjóða ruddingardagin 15. september.

Tað er í tráð við tíðarandan, at vit gerast alsamt betri til at taka upp eftir okkum og brúka tilfar, sum ikki elvir til skaða á umhvørvið.

 

Seinastu árini hava fyritøkur lagt alsamt størri dent á at virka í samljóð við umhvørvið, t.d. hevur alivinnan havt árlig tiltøk har fyritøkurnar hava ruddað firðirnar har alivirksemi er. Somuleiðis hava aðrar fyritøkur tikið stig til tiltøk, við tí endamálið at minka um burturkastið, sum liggur eftir virksemi ella tiltøk, sum hava verið. Til dømis hevur Gist og Vist valt at brúka pantiíløt til drekkivørur á festivalunum í staðin fyri einnýtisíløt, sum kunnu enda í náttúruni.

 

Altjóða ruddingardagurin hvílir á sjálvbodnari luttøku, og fyri at tiltakið skal eydnast, vil felagsskapurin “Rudda Føroyar” fegin hava einstaklingar og vinnufyritøkur at luttaka.

 

Einhvør fyritøka, stór ella lítil, er vælkomin at verða partur av “Rudda Føroyar” átakinum í tann mun, tær síggja seg førar fyri tí. Til ber at rudda kring egið virksemi, men til ber eisini at hjálpa til á annan hátt, t.d. við at hjálpa at flyta burturkast til burturbeiningar.

 

Til ber at lesa meira um tiltakið á heimasíðuni hjá felagskapinum her: https://ruddaforoyar.fo/. Á hesi heimasíðuni er tilmeldingarblað tøkt, har einstaklingar og fyrtøkur kunnu melda seg til at luttaka í tiltakinum.

 

Her er ein leinkja til tilmeldinginahttps://airtable.com/shrlq8pGZu5YNAQ19