Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

14. september

Mánadagin 14. september 2015 eru 69 ár liðin síðani føroysku veljararnir við einum greiðum meiriluta upp á 51% samtyktu at vraka eitt tilboð frá donsku stjórnini um innliming og at Føroyar skuldu sleppa at loysa frá Danmørk. 

Nú bendir alt á, at vit fáa eitt nýtt landsstýri við formanni Javnaðarfloksins sum løgmanni. Í valstríðnum hevur hann ført fram, at flokkur hansara bæði er ein sosialur og demokratiskur flokkur. Tað at hann er sosialur vil siga at hann heldur at tey á teimum niðaru rókunum skulu verða betri fyri enn tey á teimum ovaru. Tað, at hann er demokratiskur, ber við sær, at hann er fólksins vilja lýðin. 

Nú skuldi tí ligið væl fyri at sett tað í verk, sum fólkið samtykti fyri 69 árum síðani. 

Fyri tað fyrsta skulu vit minnast til, at tá fólkaatkvøðan fór fram, vóru viðurskiftini millum okkum og Danmarkar ríki ásett við sambandssáttmálanum. Har var avgjørt, at danir og vit búðu í hvør sínum ríki, og at hesi ríki vóru javningar. Hvørt í sínum lagi høvdu ríkini sjálvstýri. Tað var bannað pørtunum at leggja seg upp í innanríkismál í hinum ríkinum. Í uttanríkismálum hevði hvørt ríki sær eins nógv av siga.

Tað var hesa skipan, danska stjórnin ikki vildi hava longur. Tí kravdi hon av okkum, at vit skuldu innlimast í Danmarkar ríki og sjálvi samtykkja hetta á eini fólkaatkvøðu. Fyri at fáa fulla vissu fyri at vit samtyktu hetta, segði stjórnin, at um so var, at vit ikki tóku undir við hesum kravi, so skuldi loysing fara fram Danmarkar og Føroya millum. Tí kom fólkaatkvøðan at vera eitt val millum stjórnartilboðið og loysing. Fáur ivaðist í, at loysing fór at tapa.

Men tá upptalt var, hevði stjórnartilboðið bert fingið 49% av atkvøðunum, meðan loysing hevði fingið 51%. Í fyrstuni boygdi stjórnin seg fyri hesum úrsliti. Forsætisráðharrin Knud Kristensen fór í holt við at seta tað í verk, og at áleggja embætismonnunum í Føroyum at hjálpa til við loysingini. 

Men so hendi tað vanlukkuliga, at Knútur fór á fund hjá flokki sínum í Jútlandi, og fíggjarmálaráðharrin Thorkil Kristensen gjørdist virkandi forsætisráðharri. Hann var ein rættur danskur imperialistur og fekk eftir einum degi gjørt alt tað til einkis, sum forsætisráðharrin hevði havt í hyggju. Sum bardur hundur mátti Knútur havna alt hann hevði sagt og upploysa løgtingið, tá tað vildi gera tað, sum hann hevði sagt áðrenn hann var tikin av ræði.

Her var talan um eitt brot upp á galdandi sambandssáttmála, tí her fór fram donsk uppílegging í innanríkismál í hinum ríkinum. Løgtingið varð rikið til hús undir hóttandi donskum kanónmúlum.

Nýval varð útskrivað til løgtingið, og tað, sum tá fór fram, var enn ein uppílegging. 

Tá lovaði danska stjórnin nevniliga, at hon fór at halda fram við at geva fíggarligan stuðul til stýrið í Føroyum, um tað bara vildi vera saman við Danmark.

At fíggja eitt stýri í einum øðrum ríki er uppílegging í ólukkumát. 

Vanliga verður hesin politikkur grundgivin við, at vit eru so fátæk, at vit ikki kunnu liva hendan stuðul fyriuttan. Um so var, so skuldi stuðulin verði latin teimum, sum eru fátøk.

Men hvat er tað, sum í veruleikanum er farið fram hesi 69 árini?

Tann skipan, vit hava livað undir, ber við sær, at tey á teimum niðaru rókunum fáa vánaligari almennaveitingar og gjalda meir skatt enn javnlikar sínir í Danmørk. Hin vegin gjalda tey á teimum hægru rókunum minni skatt enn tey ríku í Danmørk.

Tann skipan, vit hava livað undir hesi ár, er tí ikki sosial. Danir hava keypt sær loyvi til at stýra okkum við at fíggja skattalætta til tey á teimum ovastu rókunum. Hervið hava hesi fingið so nógv vald, at tey hava megnað at gjørt skattalógir at eyðræna tey á lægru rókunum. At tað eisini hevur borið til at spart upp á útreiðslur til almannaveitingar, hevur mestsum verið ein frynsugóði fyri teir, sum hava fingið politiskt vald stuðlinum fyri at takka.

Men nú er vón fyri stavn, tí nú fáa vit eitt sosialt stýri, sum vil geva teimum fátæku meir, og síggja til, at tey ovastu ikki longur skulu sleppa at eyðræna tey á teimum niðaru rókunum og harumframt sjálvi fáa allan stuðulin úr Danmørk. 

Tá fer at liggja væl fyri at vera fólksins vilja lýðin, soleiðis sum hann kom fram á fólkaatkvøðuni fyri 69 árum síðani!

Zakarias Wang