Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

13. juni verður fundur fyri menn, ið hava ella hava havt krabbamein í prostata

Á skránni verður prát og hugnalig samvera.

Mikukvøldið 13. juni kl. 19.00 skipar bólkurin hjá Krabbameinsfelagnum " Menn, ið hava ella hava havt krabbamein í prostata" fyri einum fundarkvøldi. Á skránni verður prát og hugnalig samvera.

Endamálið hjá bólkinum er: At koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør øðrum, veita hjálp til sjálvhjálp, umframt at savna vitan um prostatakrabba, upplýsa um fyribyrging og skipað fyri ymsikum tiltøkum.

Fundurin verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, Tórshavn. Allir menn, ið hava ella hava havt prostatakrabba eru hjartaliga vælkomnir.

Tilmelding á telefon 317959, ella umvegis teldupost:

krabbamein@krabbamein.fo