Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

13 ár síðani Lindin byrjaði at senda

Tíðindaskriv:

21. januar vóru 13 ár liðin síðani kristiliga útvarpsrásin Lindin byrjaði sendingar sínar. Hetta verður hátíðarhildið við einari sending leygardagin 26. jan. frá kl. 14.00 til 18.00. Práta verður við ymiskar gestir, bæði nær og fjar. Eisini verður okkurt brot úr sendingum sum hava verði í Lindini hesi 13 árini.

Lindin hevur øll hesi árini fíggjarliga verið hildin uppi við føstum stuðlum og gávum, og sigast má, at var tað ikki fyri tann kærleika, ið trúføstu gevararnir vísa Lindini, bar als ikki til á hendan hátt at senda út gleðiboðskapin um náði Guds í Kristusi.

Høvið er nú hjá øllum at verða við í lutakasti um eitt gávukort á 10.000 kr. frá Fonn Flog, um tey geva eina føðingardagsgávu á konto hjá Lindini og viðmerkja ”VINN” og so sítt telefonnummar. Lindin hevur konto í øllum bankum.

Lutakasti verður fríggjadagin 8. feb. kl. 9.30

Konto í Eik: 9181 - 128.147.1

Konto í BankNordik: 6460 - 498.575.5

Konto í Norðoya Sparikassa: 9865 - 102.130.8

Konto í Suðuroyar Sparikassa: 9870 - 101.550.9

Umleið 50 fólk eru á ein ella annan hátt virkin í Lindini og av teimum virka flestu sjálvboðin.

Lindin verður fíggjað við gávum frá stuðlum, privatum og virkjum. Flestu stuðlarnir gjalda eina ávísa upphædd um mánaðin, samanlagt javnvigar fíggjarliga við áleið 1.4 mió. árliga

Lindin hevur í dag 11 sendarar og vit røkka til uml. 85 % av føroya fólki. Lindin sendur 24 tímar um døgni.

FM sendarar hjá Lindini frá norðast til sunnast:

Eysturhøvdi, Svínoy 103,4 mhz. (bygdirnar eystan Múla)

Klakkur, Borðoy 103,0 mhz. (Klaksvík, Leirvík, bygdirnar á Kunoy og Kalsoy)

Varmakeldueiðið, 103,7 mhz. (Fuglafjørður, Kambsdalur og Gøturnar)

Á Gøtueiði 103,4 mhz. (bygdirnar við Skálafjørðin, Funningsfjørður og Gøturnar

Vestmanna 92,3 mhz. (Vestmanna og har um leiðir)

Sornfelli 98,0 mhz. (Norðurstreymoy og Kaldbaksfjørður)

Sørvágur 92,3 mhz. (Sørvágur, Bøð, Flogvøllurin, Vatnsoyrar og Gásadalur

Miðvágur 103,4 mhz. (Miðvágur og Sandavágur)

Nólsoy 101,0 mhz. (Tórshavn, Skálavík, alt miðøki og langt út um landið)

Oyrnafjall, Tvøroyri 105,0 mhz. (Tvøroyri, Øravík, Famjin og Hov)

Spinarnar, Suðuroy 105,5 mhz. (Sunnara helvt av Suðuroynni)