Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

12 ár síðani Lindin byrjaði at senda

Leygardagin 21. januar eru 12 ár liðin síðani kristiliga útvarpsrásin Lindin byrjaði sendingar sínar. Hetta verður hátíðarhildið við einari sending frá kl. 14.00 til 18.00. Práta verður við ymiskar gestir, bæði nær og fjar.

Lindin hevur øll hesi árini fíggjarliga verið hildin uppi við føstum stuðlum og gávum, og sigast má, at var tað ikki fyri tann kærleika, ið trúføstu gevararnir vísa Lindini, bar als ikki til á hendan hátt at senda út gleðiboðskapin um náði Guds í Kristusi.

Høvið er nú hjá øllum at verða við í lutakasti um eina ferð til Danland Blokhus á páskum í 1 viku fyri 2 vaksin + 2 børn í bili, um tey stuðla Lindini við 100 kr. Tey kunnu nú senda SMS til 1919 og skriva Lindin.

Kappingin endar mikukvøldið 27. jan. kl. 23.59.

Umleið 50 fólk eru á ein ella annan hátt virkin í Lindini og av teimum virka flestu sjálvboðin.

Lindin verður fíggjað við gávum frá stuðlum, privatum og virkjum. Flestu stuðlarnir gjalda eina ávísa upphædd um mánaðin, samanlagt javnvigar fíggjarliga við áleið 1.4 mió. árliga.

Lindin hevur í dag 11 sendarar og vit røkka til uml. 85 % av føroya fólki. Lindin sendur 24 tímar um døgni.

FM sendarar hjá Lindini frá norðast til sunnast:

Eysturhøvdi, Svínoy 103,4 mhz. (bygdirnar eystan Múla)

Klakkur, Borðoy 103,0 mhz. (Klaksvík, Leirvík, bygdirnar á Kunoy og Kalsoy)

Varmakeldueiðið, 103,7 mhz. (Fuglafjørður, Kambsdalur og Gøturnar)

Á Gøtueiði 103,4 mhz. (bygdirnar við Skálafjørðin, Funningsfjørður og Gøturnar

Vestmanna 92,3 mhz. (Vestmanna og har um leiðir)

Sornfelli 98,0 mhz. (Norðurstreymoy og Kaldbaksfjørður)

Sørvágur 92,3 mhz. (Sørvágur, Bøð, Flogvøllurin, Vatnsoyrar og Gásadalur

Miðvágur 103,4 mhz. (Miðvágur og Sandavágur)

Nólsoy 101,0 mhz. (Tórshavn, Skálavík, alt miðøki og langt út um landið)

Oyrnafjall, Tvøroyri 105,0 mhz. (Tvøroyri, Øravík, Famjin og Hov)

Spinarnar, Suðuroy 105,5 mhz. (Sunnara helvt av Suðuroynni)