Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

100–ára hátíðarhald í 2012 fyri Robert Joensen og J. Símun Hansen

Býráðið hevur í fíggjarætlanini fyri 2012 sett pening av til eitt 100-ára hátíðarhald fyri mentamonnunum Robert Joensen og J. Símun Hansen, sum Gunvá við Keldu, borgarstjóri, hevur skotið upp.

Í komandi ári, 2012, høvdu tveir av okkara fremstu mentamonnum í Norðoyggjum fylt 100 ár. Talan er um teir báðar, Robert Joensen og J. Símun Hansen, sum báðir vóru sera virknir og hava lagt eftir seg rúgvusmikið tilfar, ið hevur týdning fyri tilvitan okkara sum føroyingar og eisini sum norðoyingar.

Í skrivi til Mentanarnevndina og Fíggjarnevndina, dagfest 9. mai 2011, boðar Gunvá við Keldu, borgarstjóri, frá, at hon í eina tíð hevur umhugsað at sett fram uppskot um heiðran av hesum báðum merkismonnum í sambandi teirra 100-ára føðingardagar.

Tað hevði sømt seg, at býráðið tók stig til eina heiðran av slíkum monnum, hvørs lívsverk hava so stóran týdning fyri samleika okkara, sigur borgarstjórin í skrivinum, har hon heitir á nevndirnar og býráðið um at viðgera og umrøða, á hvønn hátt henda heiðran best hóskandi kann verða framd, og síðan út frá tí at seta av tann neyðuga peningin á fíggjarætlan býráðsins fyri 2012.

Uppskotið fekk góða móttøku í Mentanarnevndini, sum á fundi 11. mai 2011 tók undir við tilmælinum, og 18. mai 2011 samtykti Fíggjarnevndin at taka undir við Mentanarnevndini.

Sostatt er greitt, at breið undirtøka er í býráðnum fyri málinum, og hetta vísti seg eisini í sambandi við viðgerðina av fíggjarætlan býráðsins fyri 2012, sum býráðið endaliga samtykti á býráðsfundinum 15. november 2011, har peningur er játtaður til hetta 100-ára hátíðarhaldið.