Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

100 familjur søkt um jólahjálp fyrstu 6 tímarnar

Barnafamiljur, ið eru illa fyri fíggjarliga, kunnu nú søkja um jólahjálp frá átakinum Í menniskjum góður tokki

Átakið byrjaði í gjár kl. 18.00 at taka ímóti umsóknum umvegis heimasíðina www.takk.fo og longu fyrstu 6 tímarnar komu beint omafyri 100 umsóknir frá familjum, sum hava tørv á eini hjálpandi hond á jólum.

- Hetta er eitt sera høgt umsóknartal fyri teir fyrstu tímarnar, men vit vita, at nógvar familjur eru ómetaliga sperdar, so tað kemur ikki óvart á okkum sigur Annlis Bjarkhamar, samskipari.

Til ber at søkja á tríggjar ymiskar hættir:

• Far inn á www.takk.fo og fyll út umsóknarblaðið á síðuni

• Prenta út umsóknarblaðið av heimasíðini og send tað við postinum til Í menniskjum góður tokki, Dalatún 15, 100 Tórshavn

• Ring tlf. 282401, 282402 ella 282403 sunnukvøldið 1.desember millum kl. 18.00 – 22.00, so verður umsóknarblaðið fylt út umvegis telefonina.

Øll kunnu trygt søkja um jólahjálp, tí eingin óviðkomandi fær innlit í umsóknirnar. Viðgerðin av umsóknunum fer fram í trúnaði og undir tagnaðarskyldu. Tá jólahjálpin er latin, verða allar umsóknir burturbeindar.

Í menniskjum góður tokki hevur knýtt samstarv við Taks, ið eftirkannar teir upplýsingar, sum givnir verða um inntøkuviðurskiftini. Tað er umráðandi, at tey sum søkja upplýsa neyvar upphæddir, tá ið umsóknarblaðið verður fylt út.

Søkja fleiri enn til ber at veita jólahjálp, verður jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava tað truplast. ** Seinasta freist at søkja um jólahjálp er sunnudagin 1. desember á miðnátt, og í seinasta lagi 13. desember hava øll fingið svar.