Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

100 ára hátíðarhald fyri HD Joensen fyrrverandi landslækna

Mikudagin 27. november eru 100 ár síðan Hanus Debes Joensen fyrrverandi landslækni og fróðarmaður varð borin í heim. Í hesum sambandi skipar Føroya Fróðskaparfelag fyri almennari hátíðarløtu á Landsbókasavninum sjálvan føðingardagin mikudagin 27. november kl. 16-18.

Á skránni verða røður, framløgur, tónleikur og felagssangur. Jóan Pauli Joensen Dr. Phil. og professari í siðsøgu á Søgu- og Samfelagsdeildini fer at røða um HD Joensen og stovnanina av Fróðskaparfelagnum og Fróðskaparsetri Føroya. Marjun Simonsen Cand. Phil. í máli og bókmentum fer at greiða frá yrkorðagerð, við støði í nøkrum av teimum verkum, sum HD Joensen greiddi úr hondum. Harumframt fer Høgni Debes Joensen landslækni og sonur HD Joensens at greiða frá læknaliga og vísindaliga arbeiðinum hjá pápanum umframt at røða um Hans Debes Joensen sum menniskja. Harumframt verður ein framløga frá Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, ið fer at snúgva seg um heilsu- og læknaligu menningina í Føroyum seinastu árini.

HD Joensen hevði serligan áhuga og tokka til mentan og list, og umframt hansara dagliga yrki sum landslækni og lærari í læknavísindum, tókst hann við at skriva og týða skaldskap. Hann hevur útgivið egnar og týddar yrkingar. Til nakrar av týddu yrkingunum hjá HD Joensen hevur Kári Sverrisson gjørt tónleik, og á hátíðarhaldinum mikudagin fara Kári Sverrisson og Hans Jacob Kollslíð at framføra henda tónleik.

Hans Debes Joensen var føddur á Tvøroyri, har foreldur hansara vóru lærarar. Hann tók læknaprógv í 1939 og læknaembætisprógv í 1942. Frá 1949 til 1979 var hann landslækni í Føroyum. Árini 1962-80 var hann skúlalækni í Torshavn, og frá 1951 undirvísti hann í læknakunnleika á Sjómansskúlanum. Somuleiðis undirvísti hann í fleiri ár á Maskinskúlanum og á Sjúkrasystraskúlanum. Frá 1941-1960 var hann formaður í Listafelag Føroya.

Umframt dagliga starv sítt sum landslækni og lærari legði Hans Debes Joensen nógva orku í at byggja upp ein hægri lærustovn í Føroyum. Saman við m.ø. Jóannes Rasmusen, Sverra Dahl, Karsten Hoydal og R.K. Rasmussen tók hann í 1952 stig til at stovna Føroya Fróðskaparfelag og at geva út vísindatíðarritið Fróðskaparrit. Í kjalarvørrinum frá hesum arbeiði varð lóg um Fróðskaparsetur Føroya samtykt 6. mai 1965.