10 verkætlanir fingið stuðul av játtanini til umhvørvisverndartiltøk
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum, hevur tikið avgerð um at veita 10 verkætlanum stuðul av játtanini til umhvørvisverndartiltøk.
Játtanin er í ár 1,410 mió. kr.
Lýst var við játtanini í bløðunum og á heimasíðuni hjá Innlendismálaráðnum í januar mánaði. Tá umsóknarfreistin var farin, hevði ráðið móttikið 25 umsóknir.
Verkætlanirnar, ið hava fingið tilsøgn um stuðul, eru hesar:
William Simonsen hevur fingið kr. 96.000 til verkætlanina “Føroyska náttúran alt árið – upplivingar í náttúruni teir ymisku mánaðirnar” Endamálið við verkætlanini er at skriva eina myndríka elektroniska hondbók, ið vísir tað, ein kann vænta av upplivingum í føroysku náttúruni ymisku árstíðirnar. Hon skal vegleiða fólki um tað, ein kann vænta at finna á ymiskum støðum, teir ymisku mánaðirnar, og læra fólk at seta navn á djór, plantur o.a. Í bókini verður upplýst, hvat eyðkennir árstíðirnar/mánaðirnar, og hvussu almenningurin best kann taka atlit at og hava ábyrgd av okkara felags náttúru.
Føroya Náttúruverndarfelag hevur fingið kr. 15.000 til luttøku á ársfundi hjá norðurlendsku náttúruverndarfeløgum 2012 Endamálið við árliga fundinum hjá norðurlendsku náttúruverndarfeløgunum er kunning millum londini um, hvussu náttúruverndararbeiðið gongur í hvørjum landi sær, hvørji arbeiðsøkini eru, og hvørjar raðfestingar verða gjørdar.
Føroya Kommunufelag hevur fingið kr. 490.000 til framhaldandi virksemi á Agenda 21 skrivstovuni Endamálið við verkætlanini er at stuðla undir, at tiltøk verða framd, sum verja og menna vitanina um umhvørvið og náttúruna í samsvari við Agenda 21 yvirlýsingina frá 1992.
Bergur Olsen hevur fingið kr. 85.000 til verkætlanina “Fuglakanningar í Skúvoynni – Lívfrøðiligt margfeldi og veðurlagsbroytingar” Endamálið er, at fuglakanningarnar í Skúvoynni, sum byrjaðu í 1961, halda áfram, soleiðis at Skúvoyggin kann verða nýtt sum eitt mát fyri, hvussu búfuglarnir trívast, bæði sjófuglur og annar fuglur.
Landsverk hevur fingið kr. 200.000 til verkætlanina “oljubasing á sjónum”
Endamálið er at seta í verk eina skipan at fyribyrgja og rudda upp eftir oljudálking á sjónum. Dentur verður serliga lagdur á førleikamenning. Hetta verður m.a. gjørt við at halda skeið, har bæði land og kommunur kunnu luttaka.
Agenda 21 stovan hevur fingið kr. 100.000 til verkætlanina “Umhvørvisátakið 2012”
Endamálið við umhvørvisátakinum er at vekja áhugan og menna hugburðin millum føroyingar fyri føroysku náttúruni og umhvørvinum og eggja fólki at fara væl um. Talan er um kapping fyri kommunur. Kappast verður um: Best røktu bygd, best røktu bygda- ella varðagøtu, best røkta neysta- og ella bátapláss. Somuleiðis eru kapppingargreinar um ársins grøna stovn og besta átak.
Føroya Náttúrugripsavn hevur fingið kr. 164.000 til Fuglakanningar í Mykinesi og Nólsoy
Endamálið er at telja lundastovnin í Mykinesi og drunnhvítastovnin í Nólsoy. Hesir fuglastovnar eru somikið stórir, at teir eru mettir at hava altjóða týdning. Tann vitan, ið verður fingin, er alneyðug í samband við Ramsar virksemið, ið arbeitt verður við.
Bellacentrum hevur fingið kr. 96.000,- til verkætlanina “Kanning av mosa og algum á bygningum og aliringum.”
Endamálið við verkætlanini er at minka nýtsluna av kemiskum evnum til reinsan av mosa v.m. á og rundan um sethús og bygningar annars, at minka brúk av loysingarevni til impregnering av alinótum og at minka nýtsluna av evnum, sum í dag verða nýtt í botnmáling. Hetta verður gjørt við at kanna, hvørji sløg av mosa og algum v.m., sum vaksa á og rundan um bygningar, sethús, aliringar, og síðani kanna, hvørji evni og í hvørjum nøgdum geva best úrslit.
Búnaðarstovan hevur fingið kr. 50.000 til verkætlanina “Fyribyrging og týning av rottu í Føroyum
Endamálið er at veita kunning um fyribyrging og týning av rottu til kommunur og borgarar. Hetta verður m.a. gjørt við faldarum og skeiði. Serligur dentur verður lagdur á at fyribyrgja, at rotta kemur til rottufríar oyggjar.
Umhvørvisstovan hevur fingið kr. 110.000 til verkætlanina “PFOS í úrvaldum matvørum, ið kunnu vera dálkaðar ígjøgnum luftina” Endamálið við verkætlanini er at kanna um PFOS er í nøkrum úrvaldum matvørum. Kanningar verða gjørdar av fiski og øðrum vørum, serliga úr tí “terrestriska” umhvørvinum, so sum eplum, drekkivatni, mjólk og mjólkarúrdráttrum.