Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

10 ára, miðvís stremban loksins givið úrslit

Saltsilogrunnurin boðar hervið frá, at Fíggjarmálaráðið í skrivi, sum er móttikið í morgun, gevur grønt ljós til framhald av Saltsilo verkætlanini, og sostatt hava allir, tríggir stuðulsveitararnir givið Grunninum heimild til at fullføra byggiverkætlanina SALT á Drelnesi.

Tíðindaskriv frá SALT:

Sáttmáli er avtalaður millum Verkætlan SALT og TG-Verk og aðrar føroyskar fyritøkur um at byggja Siloina á Drelnesi. Sáttmálin verður undirskrivaður 13. november kl. 16.00 við eini lítlari móttøku í Høllini í Trungisvágs skúla. Øll eru væl komin.

Sambært tíðarætlanina, byrjar arbeiðið á byggiplássinum mikudagin 20. november 2013, og stendur Siloin klár til avhendingar mánadagin 26. januar 2015. Byggikostnaðurin heldur seg innanfyri 58. mió. kr., sum er tann upphæddin, vit hava fingið játtað.

Hervið er eitt drúgvt fyrireikingararbeiði, sum hevur vart í 10 ár, komið á mál, og farið verður undir at byggja gamla og serstaka ídnaðarbygningin á Drelnesi um til eitt nútímans tónleika- og listahús. Samstundis sum bygt verður, heldur arbeiðið við innihaldinum fram, og lagt verður til brots at fyrireika húsið til nýtslutøku.

Fyrrverandi forseti Íslands, Vígdis Finnbogadóttir, er verji hjá SALT. Saltsilogrunnurin veitir Vígdis Finnbogadóttir stóra tøkk fyri protektoratið, sum hevur havt týdning fyri verkætlanina og tær visiónir, sum verkætlanin umboðar.

Saltsilogrunnurin veitir eisini A.P. Møller Grunninum, Føroya landsstýri og danska statinum eina hjartans tøkk fyri stóra peningaliga stuðulin, sum hevur gjørt verkætlanina møguliga. Uttan hesar stuðulsveitarar var ikki hugsingur um at fremja eina so stóra og umfatandi verkætlan í verki. Saltsilogrunnurin sær fram til áhaldandi góð samskifti við stuðulsveitararnar, havandi í eygsjón eitt tónleika & mentanarhús fyri allar Føroyar.

Saltsilogrunnurin takkar Tvøroyrar kommunu, bygginevnd, byggileiðslu og ráðgevum fyri gott samstarv og trúfesti móti verkætlanini, eisini tá ið vit rendu okkum í truplar tíðir. Vit takka TG-Verk og hinum føroysku entreprenørunum fyri gott samráðingarstev, og vit ynskja tykkum blíðan byr og gleða okkum til gott samstarv.

Vit minnast við gleði minniligu koncertina 15. mai 2010, og tann ótrúliga stuðul, sum vit fingu frá lokalum kreftum og tónleikarum um alt landið. At uppliva koncertina inni í katedralsku ruinini á Drelnesi er ógloymandi fyri øll, sum vóru til staðar. Saltsilogrunnurin gleðir seg til at taka lógvatak saman við føroyskum tónleikarum, sjónleikarum, listafólki og ferðavinnuaktørum í sambandi við tær fyrireikingar, sum liggja fyri framman.

Vit síggja fram til, at gamla saltsiloin, sum tá var ein ídnaðarkollvelting í Føroyum, nú verður endurreist sum ein mentanarlig avbjóðing til nútíðina, til gleði og gagns fyri almenningin.