Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

1. juli skulu útlendskar eftirlønir skattast við inngjaldi

Kunning til føroyskar arbeiðsgevarar:

Tann 1. juli 2012 verða allar eftirlønir frá føroyskum arbeiðsgevarum skattaðar við inngjald – eisini tær til útlendskar eftirlønarveitarar. Tí skulu allar eftirlønir, eisini tær til eftirlønarveitarar uttanlands, frá 1.juli rindast gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS.

Lógin um at skatta eftirløn við inngjald kom í gildi tann 1. januar 2012, men tá varð avrátt, at fyri útlendskar uppsparingar skuldi lógin ikki fáa virkna fyrr enn tann 1. juli 2012.

Síðan ársskiftið hevur tað staðið føroyskum arbeiðsgevarum frítt at nýta afturhaldsskipanina til eftirlønir uttanlands. Frá 1. juli er hetta eitt lógarkrav hjá føroyskum arbeiðsgevarum at rinda eftirlønargjald gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS, samstundis sum lønin verður flutt, og í samsvari við eftirlønaravtaluna. Síðani avroknar TAKS 60% til eftirlønarveitara og afturheldur 40% í eftirlønarskatti, ið fer í landskassan.

Sambært lógini ábyrgdast føroyskur arbeiðsgevari, ið ikki rindar eftirlønarskattin til landskassan rættstundis. Tí er tað av stórum týdningi, at lógarásetingin um eftirlønarinngjøld verður fylgd, tí hetta er einasti háttur at krevja rætta skattin inn.   

Meira kunning fæst at vita á: http://taks.fo/01180/01181/